Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.

Fyri at vera við í kappingini, skulu tit ganga fimm ymiskar bygdargøtur í juni mánaði og skráseta tær á Sona appini.

Kekkið inn á Sona appini
Fyri at vera við í kappingini, skulu tit ganga fimm ymiskar bygdargøtur í juni mánaði og skráseta tær á Sona appini.

Fyri at kekka inn er neyðugt, at tú ert innritað/ur á Sona og hevur lokalitet tendrað á telefonini, tá ið tú gongur á bygdagøtuni. Tað er umráðandi, at tú kekkar Sona leypandi á túrinum, tí tað eru ymisk støð á gøtuni, har tú kanst kekka inn.

Tey, ið ganga 5 gøtur í juni, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast í egnum landi, og við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.

Bygdagøturnar eru allar vístar á heimasíðuni http://pol.fo 

Seinni í summar koma tvær aðrar avbjóðingar við góðum vinningum og møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.

Høvuðsvinningurin
Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum.

Tit flúgva við tyrluni úr Vágum fríggjadagin 7. august, og lenda í Mykinesi, har tit búgva í hugnaligu á Lonini Guesthouse, har Oda frá GoLocal fer at vera um tykkum alt vikuskiftið.

Tit gista í hugnaligum kømrum undir væðingini í søguliga gistingarhúsinum. Á skránni er góður føroyskur matur, sólseturtúrur við ferðaleiðara at hyggja at lundum og túrur niðan á Knúk við ferðaleiðara. Njótið hugnaligu bygdina og friðin um kvøldið við áartutli og fuglasongi.  Alt vikuskiftið fáa tit lekran heimagjørdan mat.

Tyrlan kemur aftur eftir tykkum sunnudagin 9. august..  Á veg heim aftur flúgva tit við tyrluni til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni. Umborð á tyrluni fáa tit ábit og okkurt fyri tostan.