Roknskapirnir hjá sersambondunum tøkir
Nú er lætt hjá øllum at fáa innlit í fíggjarviðurskiftini í føroyskum ítrótti við tað, at roknskapirnir hjá øllum 15 sersambondunum eru almennir og savnaðir á einum stað.
Á aðalfundinum hjá ÍSF í 2018 varð samtykt, at roknskapir hjá øllum sersambondum skuldu gerast alment tøkir á heimasíðuni hjá ÍSF. Avgerðin er liður í eini meira yvirskipaðari ætlan um at skapa meira opinleika og gjøgnumskygni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
- Í starvsnevndini hava vit tilvitað arbeitt rættiliga miðvíst fyri meiri gjøgnumskygni og opinleika seinastu árini, ikki minst á fíggjarøkinum. Tað ger seg eitt nú galdandi, tá játtanin til ítrótt av fíggjarlógini verður býtt millum sersambondini við sonevnda býtislyklinum, har virksemið í sersambondunum er avgerandi fyri, hvussu játtanin verður býtt. Roknskapirnir hjá sersambondunum eru sjálvsagt týdningarmiklir í hesum sambandi, og tí hildu vit tað eisini vera uppá sítt pláss at savna teir allar og gera teir lætt atkomiligar fyri øll, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.