Rokniørkini stýra politikarunum fram móti frammanundan givnum úrslitum
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um arbeiðið við fíggjarlógini og játtanarskipanini, við atliti at játtanini til landssjúkrahúsið í 2017, settur Kristinu Háfoss landsstýriskvinnu
Heðin Mortensen, løgtingsmaður
1. Metir landsstýriskvinnan, at gongdin í arbeiðinum við fíggjarlógaruppskotinum er nøktandi, tá tað kann koma fyri, at meira enn ein mánað eftir fyrstu viðgerð av fíggjarlógini kemur fram, at Landssjúkrahúsinum tørvar 16 milliónir aftrat, um virksemið ikki skal verða skert, og starvsfólk søgd úr starvi?
2. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at slík støða ikki kemur fyri aftur – at ein av okkara týdningarmestu stovnum, sum politisk semja er um at byggja upp, eftir øllum at døma av óvart, og uttan politiska viðgerð, verður hóttur við skerjingum?
Viðmerkingar:
Málið um játtanina til Landssjúkrahúsið vísir, at okkurt grundleggjandi má vera galið við, hvussu vit raðfesta landspolitikkin og skipa landspolitiska arbeiðið:
Full politisk semja er um at styrkja heilsuverkið sum eina av grundsúlunum undir vælferðasamfelagnum. Samstundis vísa allar samanberingar, at vit játta munandi minni til heilsuverkið, enn hini norðurlondini. Sambært Pál Weihe, formanni í Læknafelagnum brúktu Føroyar í 2013 kr. 343 mill minni uppá heilsuverkið enn Danmark, og nærum helvtina minni enn Norra, í mun til fólkatalið.
Kortini kemur ein slík bumba úr skipanini móti Landssjúkrahúsinum, mestsum burturúr ongum – og beinanvegin sær út til, at politikarar hokna við orðingum sum til dømis at vit ikki kunnu skerja Landssjúkrahúsið so nógv sum 16 milliónir. Men tað ber ikki til, soleiðis at reka terrorvirksemi móti einum stovni, við aðrari hondini, og samstundis siga, at vit skulu byggja upp! Tí má hvør einasta mannagongd verða endavend, so at tað ikki kann koma fyri aftur, at rokniørkini gera av, hvør gongdin á einum øki skal vera.
Mær tykir, at hóast ómetaliga nógv politisk og fyrisitingarlig orka fer til fíggjarlógararbeiði mestsum alt árið – fyrst við kørmum, og síðani við fíggjarlógaruppskoti – so er so at siga eingin verulig politisk raðfesting í fíggjarlógararbeiðinum. Tað tykist sum um at rokniørkini stýra politikarunum fram móti frammanundan givnum úrslitum, til dømis nú við Landssjúkrahúsinum, hóast øll politisk signal siga beint tað øvuta.
Hetta kann ikki annað enn elva til mistreysti og misálit á politisku skipanina. Tí er neyðugt at skapa nýggjar politiskar tilgongdir, har vit seta politisku málini fyrst, og síðani finna loysnir, so at játtanin røkkur.
Á løgtingi 29. november 2016
Heðin Mortensen