Rokka fyri góðum tokka

Fríggjakvøldið 14. desember fara nøkur av fremstu popp og rokknøvnunum á pall, tá REX skipar fyri stuðulskonsert fyri í menniskjum góður tokki.


Rúni Djurhuus fyriskipari sigur, at konsertin í fjør var væleydna, og tí spurdi hann aftur í ár føroyskar tónleikarar, um teir vildu hjálpa við at geva illa støddum føroyskum børnum eini betri jól, og beinanvegin meldaðu fleiri bólkar og einstaklingar seg til.


Tí eru vit errin at avdúka eina skrá sum telur Eyðun Nolsøe, Signar í Homrum, MC-Hár, Jákup Eli, Jens Marna Hansen, Petur Háberg við bólki, Rebekku Petersen, Bárð á Lakjuni við bólki, Lìv Næs og Hans Andrias Jacobsen.


Atgongumerki kosta 100 kr. og penganir fara óskerdir til gávukort frá Klávus til "Í menniskjum góður tokki"


Dyrnar lata upp kl. 21.00 og lata aftur kl . 4.00.


21.30 Hans Andrias Jacobsen


22.00 Jens Marni


22.25 Signar í Homrum


22.50 Lív Næs


23.15 Rebekka Petersen


23.40 Bárður á Lakjuni við bólki


00:05 Jákup Eli


00.30 Eyðun Nolsøe


01.00 MC-Hár


01.30 Petur Háberg við bólki


02.00 DJ heldur lív í náttini