Rógvi fortelur søgu



Í heyst fer barnabókasavnið undir eitt nýtt afturvendandi tiltak:



Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði fer Rógvi Dam at siga søgur fyri børnunum. Nógv børn kenna longu Rógva frá ymiskum tiltøkum og stevnum kring landið, har hann hevur gandað, og í 2005 og 2007 gjørdi Rógvi saman við drekanum (Páll Danielsen) barnasendingarnar "Rógvi og drekin".


Hesar tríggjar leygardagarnar verður Rógvi at hitta á barnabókasavninum:



Leygardagin 4. oktober kl. 11



Leygardagin 1. november kl. 11


Leygardagin 6. desember kl. 11



Rógvi vónar, at nógv børn koma at lurta : o)

Tiltakið er ókeypis.