Røða: Vinnan má ganga á odda við grøna umskiftinum

Skulu vit røkka málinum um einar grønar og reinar Føroyar, so er heilt avgerandi, at vinnan gongur á odda. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fyri løtu síðan setti Vinnudagin 2019.

Í røðu síni segði hann millum annað, at:   

"Eg ivist ikki eina løtu í, at um vit skulu eydnast við grøna umskiftinum, so krevst ein framskygd vinna. Ein vinna, sum bæði hevur viljan og førleikarnar til at vísa veg. Nógvar vinnur kenna longu tørvin at kunna marknaðarføra seg sum burðardyggar og umhvørvisvinarligar vinnur. Og hesin tørvurin verður bara størri frameftir, serliga fyri okkum, sum fyri tað mesta selja og útflyta matvørur."
 
Lesið røðu løgmans á Vinnudegnum 2019 niðanfyri: 

Góðan dagin øll somul, góðan dagin góða vinna!

Saman við fólkinum eru tit motorurin í okkara samfelag!

Tí skal vinnan hava støðugar og tryggar karmar.

Tí mugu vit áhaldandi betra um møguleikarnar hjá vinnuni at vaksa og mennast.

Og tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá vinnuni út í heim.

Hetta er vinnupolitiska kósin hjá nýggja landsstýrinum.

Ja.

Kanska stór og ambitiøs mál.

Men eisini neyðug mál fyri at hava eitt kappingarført samfelag. Tí saman við raska fólkinum, ið her býr, vilja vit hava eitt samfelag í serflokki.

Vit vilja gera okkara til, at vit fáa eina enn sterkari og kappingarførari vinnu í Føroyum.

---

Hetta er aðru ferð, at eg seti Vinnudagin. Seinastu ferð var í 2006. Tað er í roynd og veru – næstan óveruligt – hvussu nógv er broytt, síðani eg seinast stóð her á pallinum. Vinnan hevur ment seg markant. Við risa fetum.  Seinasta sólskinssøgan er bara nakrar dagar gomul. Tá gjørdist greitt, at ein av okkara alirisum hevur keypt eina stóra útlendska fyritøku fyri milliardir.  

Hetta er enn eitt dømi um, at við góðum vinnukørmum ber alt til. 

Altjóða samstarv og handil er ein fyritreyt hjá okkum at vaksa og mennast. Og úti í heimi rekur eisini við. Góðir prísir á heimsmarknaðinum, metlág renta og lágur oljuprísur.

Her heima gongur væl. Eftirspurningurin eftir tykkara vørum og tænastum er stórur, og í flestu vinnugreinum og vinnufyritøkum gongur væl.

Tað er hugaligt og gevur rúm fyri nýggjum verkætlanum og vøkstri.

Eg haldi eisini, tað er spennandi at síggja mongu hugskotini, sum okkara íverksetarar bjóða seg fram við í løtuni.

---

Gongdin í samfelagnum er viðgangandi, og tað leggur trýst bæði á vinnuna og samfelagið.
Eg haldi, at vit hava tríggjar høvuðsavbjóðingar í løtuni:

Grøna umskiftið
Tørvurin á arbeiðsmegi.
Og ógreiða býtið millum tað privata og tað almenna.

Skulu vit eydnast at gera Føroyar grønari og reinari, so er heilt avgerandi, at vinnan gongur á odda. Tekur ábyrgd. Og tað veit eg, at tit vilja gera.

Eg ivist ikki eina løtu í, at um vit skulu eydnast við grøna umskiftinum, so krevst ein framskygd vinna. Ein vinna, sum bæði hevur viljan og førleikarnar til at vísa veg. 

Nógvar vinnur kenna longu tørvin at kunna marknaðarføra seg sum burðardyggar og umhvørvisvinarligar vinnur. Og hesin tørvurin verður bara størri frameftir, serliga fyri okkum, sum fyri tað mesta selja og útflyta matvørur.

Men skal eg hava peikifingurin á lofti, so er tað tíverri so, at nógv av ruskinum kring landið er gamalt ídnaðarrusk. Hetta mugu vit gera betri.

Hyggja vit síðani eftir tørvinum á arbeiðsmegi, so er í dag arbeiði til at kalla allar hendur. Tað er sjálvandi gott, men tað gevur eisini fleiri fyritøkum høvuðbrýggj.

Tann størsti vandin er lønarglíðing, og henda vandan tekur landsstýrið í størsta álvara:

Tað skal gerast lættari og skjótari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi.

Tað er neyðugt at tillaga almenna eftirspurningin.

Og so skulu vit eisini gerast betri til at útbúgva fólk til tørvin hjá vinnuni.

Tann seinasta avbjóðingin, eg vil nema við, er ógreiða býtið millum tað almenna og privata.
Á fleiri økjum er neyðugt at rudda upp fyri at tryggja eina javnbjóðis kapping.

Eisini mugu vit tora at viðgera ognarlutin hjá landinum í fleiri vinnufyritøkum.

Og vit í landsstýrinum ætla, at privata vinnan skal fáa møguleikan at bjóða seg fram at veita almennar tænastur, har tað kann gerast við fyrimuni fyri borgaran. Eg skal kortini her gera vart við, at tað almenna framhaldandi fer at veita allar kjarnuvælferðartænastur.
---
Skal eg leggja hondina á hjarta, so haldi eg, at vit í Føroyum mugu gerast betri til at tosa saman og samstarva. Vinnan. Politikarar. Fakfeløgini og aðrir viðkomandi áhugabólkar.

Skulu vit fáa meira burtur úr, má samskiftið og samstarvið millum partarnar styrkjast.

Tí komi eg í dag við einari ítøkiligari áheitan til tykkum:

Latið okkum tosa meira saman. Latið okkum styrkja samstarvið.

Okkara ætlan er at skipa eitt vinnuligt vakstrarforum.

Í vakstrarforuminum sameina vit vinnuligu og politisku sjónarmiðini, so vit fáa eitt konstruktivt orðaskifti um nýhugsan, grønan vøkstur og vælferð í samfelagnum.

Farið verður alt fyri eitt undir at skipa vakstrarforumið. Og heilt skjótt verða boð send til vinnuna um at taka lut og geva sítt týðandi íkast. 

---

Vit mugu allatíð flyta okkum ímóti einum Føroyum, har fyritøkurnar fáa so góðar umstøður sum gjørligt.  Soleiðis gera vit tað avbjóðandi, spennandi og stuttligt at liva og virka í Føroyum.
Eg havi álit á vinnuni.

Eg havi álit á fólkinum.

Og álit á, at vit saman røkka einum samfelagi í serflokki.

Eg vil nýta høvi til at takka Arbeiðsgevarafelagnum og Vinnuhúsinum fyri sítt íkast seinastu mongu árini. Tað er týdningarmikið, at vit geva okkum stundir at hittast til at fáa fakligt íkast, hoyra um royndir hjá øðrum og skapa netverk.

Her at enda vil eg ynskja tykkum øllum ein gevandi seinnapart og eina góða veitslu í kvøld.
Vinnudagurin 2019 er hervið settur.

Takk fyri!

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður