Heðin Mortensen, borgarstjóri helt røðuna 11. november 2011.
Góðu arkitektar – góðu gestir!
Vælkomin í Mullers Pakhús.
Vælkomin til arkiterura-dagarnar 2011 – her í høvuðsstaðnum.
Sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi vil eg fegin takka tykkum, ið stíla fyri.
Tórshavn er helst tann staður í Føroyum, sum er mest og best umboðandi fyri føroyskan arkitektur. Tí er tað so upplagt, at hesir dagar verða hildnir júst her í Tórshavn.
Nú kunnu vit hyggja og uppliva. Vit fara at lata okkum inspirera av tí, sum tit standa fyri.
*****
Arkitekturur er sjálvandi TYKKARA spesiali.
Tó hava vit øll hugsanir um arkitektur. Hann er jú ein stórur partur av gerandisdegnum – bæði í almenna rúminum, men eisini heima við hús.
Sum EG síggi tað, er arkitekturur ómetaliga nógv annað og MEIRA enn tað reint fakliga og tekniska.
Vit eru mong, ið brúka orðið BYGGILIST um arkitektur. Markið hevur hug at kámast millum tað arkitektoniska – og so tað listarliga. Tit, sum fáast við hetta økið, mugu tí metast sum hálv listarfólk.
*****
Men markið millum byggilistina, tær reint praktisku bústaða-umstøðurnar og lívsstílin hjá fólki kámast eisini.
Bústaður og lívsstílur hanga saman. Hjá tí modernaða borgaranum er bústaðurin eitt tekin um lívsstíl og ta lív, man hevur, ella ynskir at hava.
Tí er tykkara uppgáva sum arkitektar stór – men eisini spennandi.
Hetta má vera eitt spennandi fak at arbeiða í!
*****
Nú eru BÚSTAÐIR í fokus arkitektura-dagarnar hesuferð.
Evnið er sera viðkomandi – ikki minst í hesum døgum.
Bæði tá tað snýr seg um tað ALMENNU byggingina av skúlum og dagstovnum – men EISINI, tá vit tosa um PRIVATAR bústaðir, mugu vit fyrihalda okkum til KVALITET og BURÐARDYGD.
Eg veit, at hetta verður nógv umrøtt í tykkara faki, men tað er eisini áhugavert hjá okkum leikfólkum.
Fyrr nevndist kvaliteturin og burðardygdin “gott design”.
Men innihaldið í hugtøkunum er framvegis tað sama:
• At leggja bygningar eftir landslagi og sólargangi
• At brúka tilfar, ið kann endurnýtast
• At tryggja orkusparing
• At hugsa funktionalitet saman við tí vakra
• Brúka náttúrugivnar ljóskeldur
• Hugsa tað listarliga inn í tað arkitektoniska
• Hugsa søguna inn í bygningarnar
• Skapa náttúrliga ventilatión
• At framtíðartryggja bústaðirnar
• Og so framvegis
Fyri okkum, sum ikki hava tykkara fakliga innlit, ljóðar hetta grundleggjandi og sjálvsagt.
Men kortini verða framvegis sethús, íbúðar-bústaðir og almenn byggjarí uppførd uttan hetta grundleggjandi og sjálvsagda.
Eg HOYRI tykkum næstan siga, at hetta er tí, at arkitektarnir ikki sleppa at arbeiða frítt.
Kanska hava tit rætt.
Og kanska er tað eisini tí, at fólk aftra seg við at brúka eitt lítið sindur eyka, tá tey byggja ella skulu umvæla.
Í øllum førum hava hesi grundleggjandi virðini týdning, og tey eiga vit øll at hava í felag.
Tá fáa vit góðan arkitektur!
*****
Eg sleppi neyvan undan at nevna ein av teimum stóru trupulleikunum: Tað er kostnaðurin á bústaðum her í býinum.
Vit síggja í dag, at tey, sum velja at búgva í Tórshavnar kommunu, gerast færri í tali. Vit MUGU og SKULU venda hesi gongd.
Og tá mugu vit eisini hava fokus á høgar bústaðaprísir.
Málið er BÍLIGARI bústaðir – men uttan at sleppa tí burðardygga og dygdargóða. Innsatsurin má gerast frá fleiri síðum:
• Bankarnir eiga sín part.
• Húsalánsgrunnurin sín part.
• Kommunan eigur sín.
• Lóggevarar sín.
• Og so eiga tit arkitektar eisini TYKKARA part.
Eisini TIT hava sum avbjóðing at sameina bíligar eindarprísir og góðan arkitektur.
Tað krevur hugflog og dugnasemi – og júst tað er jú tykkara aðalmerki! So her fara tit eisini at koma á mál. Tað ivist eg ikki í.
*****
Lat meg at enda heita á tykkum øllum um at fáa nógv og gott burtur úr hesum góða tiltaki.
Vit í Tórshavnar kommunu leggja meira enn fegin bý, hølir og annað til eitt slíkt tiltak.
Og TIT, sum skipa fyri, skulu enn eina ferð hava eina STÓRA TØKK fyri eldhugaða fyriskipan.
Við hesum eru arkitektura-dagarnir 2011 settir!
Takk fyri!