Røða: Suðringar skriva aftur samferðslusøgu

Seinnapartin varð fyrsta skotið fyri nýggja Hvalbiartunlinum. Tað var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum lat fyrsta skotið av.

Eisini flutti landsstýrismaðurin fram røðu.
 
Røða hansara kann lesast niðanfyri:
 
Góðu hvalbingar, sandvíkingar og trongisvágsjingar! Góðu suðuroyingar!
 
Tit her suðuri hava, sum fáur, dugað at skriva samferðslusøgu – og nú gera tit tað aftur.
 
Tá ið táverandi løgmaður, Petur Mohr Dam, beint fyri nýggjár í 1962 læt seinasta skotið av í Hvalbiartunlinum, var fyrsti tunnilin í Føroyum veruleiki.
 
Nú skuldu hvalbingar og sandvíkingar ikki longur fara til gongu upp á Tvøroyri, men kundu koyra ígjøgnum tunnilin, sum eftir tátíðar meti var ein nýmótans tunnil.
 
Síðani 1963 hevur verið koyrandi millum Hvalba og restina av Suðuroynni suðureftir, og seks ár seinni kom so eisini tunnilin til Sandvíkar, so koyrandi var millum allar bygdir í oynni.
 
Hetta var stórt tá, men í dag mugu vit ásanna, at tann ovurstóra menning, ið síðani hevur verið á øllum økjum, hevur langt síðani yvirhálað Hvalbiartunnilin.
 
Hesin veruleiki er orsøk til, at vit eru savnað her í dag, tí nú er tann stundin, at vit stíga inn í eina nýggja øld, myndaliga talað.
 
* * *
Leingi hava tit her suðuri havt eitt ynski um nýggjan tunnil, tí sergjørdir trailarar og ein trongur tunnil, ið als ikki svarar til dagsins krøv, er ikki ein gongd leið í longdini.
 
Onkuntíð hevur ein nýggjur tunnil verið á gáttini, og aðrar tíðir hevur hann verið langt burturi, men nú bragdar fyri framman, tí í dag verður sjøtul settur á arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil.
 
Telja vit Eysturoyartunnilin við, sum varð skotin ígjøgnum herfyri, hava vit tjúgu tunlar í Føroyum, og má sigast, at støðan er eitt sindur serlig, nú vit fara undir at gera nýggjar tunlar fyri teir gomlu.
 
Hvalbiartunnilin frá 1963 við sínum 1.450 metrum hevur slóðað fyri øllum teimum tunlum, ið síðani eru komnir, og hóast hann í dag ikki sær út av nógvum, var hann tann fyrsti.
 
Nú hesin tunnil ikki longur lýkur dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, er tað við ikki sørt av sorgblídni, at vit geva honum ein avloysara, hóast tað verður kærkomið við nýggjum tunli nú.
 
Nýggi Hvalbiartunnilin verður sjálvur hálvantriðja kilometur til longdar, við góðum tveimum kilometrum av vegi Hvalbiarmegin og einum sløkum kilometri Trongisvágsmegin.
 
At vit sum samfelag eru sinnað at leggja 272 milliónir krónur á borðið, er eisini ein ásannan av, at hetta er ein neyðug og gagnlig íløga, ið skjótt man hava goldið seg innaftur.
 
* * *
Pihl & Søn og Landsverk stóðu fyri arbeiðinum at gera gamla tunnilin fyrst í 60-unum, men arbeiðsmegin var fyri tað mesta hvalbingar, ið eisini tóku sær av at vera arbeiðsformenn.
 
Kanska vóru tað drúgvu royndirnar frá arbeiði í kolanámunum, sum gjørdu, at hvalbingar royndust so væl undir jørð – hóast vit sanniliga eisini kenna teir sum raskar og óførar í aðrar mátar.
 
Hvalba hevur verið ein av virknastu bygdum í landinum, og her hevur vinnulívið gingið undan bæði á sjógvi og landi – og tað sjálvt í ringastu tíðum.
 
Tit hava bæði flakavirki og trolvirki, og ikki minst eru tit her í sóknini kend fyri tykkara dugnaligu trolarafólk og stinnu reiðarar, so fleiri skip og trolarar hava og hava havt sín heimstað her.
 
Skulu vit seta eitt roknistykki upp, hvussu væl tað loysir seg við nýggjum Hvalbiartunli, so er skjótt at síggja, at við tí menning, ið hevur verið – hóast torføru umstøðurnar – kann tað bara kasta av sær.
 
Virkisfús vinnulívsfólk og hvalbingar og sandvíkingar við bjørtum ætlanum fara uttan iva eisini at gagnnýta teir møguleikar, nýggi tunnilin fer at geva – so røsk tit hava verið við bara tí gamla.
 
Ja, tað er við ikki sørt av stoltleika, at eg kann fortelja, at forfedrar mínir vóru hvalbingar, tí omma mín í faðirætt var úr Hvalba – Marianna Holm, dóttir Hans og Jóhannu Jacobinu á Hólalagi.
 
Marianna giftist abba mínum, Palla á Brekkunum, skipara í Trongisvági, og ein sonur teirra var pápi mín, Eli Mortensen, ið eisini fann sær konu í Trongisvági, Ethel Jespersen, sum var mamma mín.
 
Men rótin í faðirættina rann altso í Hvalba, og tað eri eg bæði errin og stoltur av.
 
* * *
Sum eg segði at byrja við, stíga vit í dag inn í eina nýggja øld, myndaliga talað, nú fyrsta skotið av mongum til nýggja Hvalbiartunnilin er høvið, ið savnar okkum her hesa løtu.
 
Um eitt ár og kanska minni enn tað, er skotið ígjøgnum, og um eini tvey ár er hesin nýggi tunnilin klárur at taka í brúk, tí nú verður ikki helmað í, til komið er ígjøgnum, og alt er liðugt.
 
Fyri kortum var arbeiðið at gera Dalstunnilin sett í gongd, og síðani er Fámjinstunnilin á skránni, samstundis sum ein onnur stór verkætlan í Norðoyggjum, tunnil Norður um Fjall, skal byrja.
 
Eisini har verður talan um at skifta gamalt út við nýtt, so enn einaferð uppliva tit her um leiðir, at tit ganga undan, tí tað arbeiðið fer sjálvandi eisini at byggja á royndirnar frá tykkara tunli.
 
Fyri tveimum vikum síðani legði ein arbeiðsbólkur fram eitt álit um ein møguligan Suðuroyartunnil, og har er ein nýggjur Sandvíkartunnil partur av ætlanini, ið væntandi kostar tríggjar milliardir krónur.
 
Suðuroyartunnilin skal brúka stytstu leið suður, so hann kemur upp í Sandvík, og tá skal ferðslan fara haðani í einum nýggjum tunli til Hvalbiar og so víðari í nýggja Hvalbiartunlinum.
 
Tað vil siga, at í samferðsluhøpi koma at standa nøkur sera spennandi ár fyri framman hjá tykkum her suðuri, og tá ið komið er á mál, er lætt og ómakaleyst at ferðast runt Føroya sunnastu oyggj.
 
Men fyrst er tað altso nýggi Hvalbiartunnilin, sum er á skránni, og eg vil her at enda ynskja Articon og tykkum øllum alt tað besta við arbeiðinum í tí vón, at tað eydnast væl, og at eingir arbeiðsvandar koma fyri.
 
Eisini vil eg ynskja øllum suðuroyingum hjartaliga tillukku við byrjanini til hesa stóru verkætlan, ið kemur at gagna – ikki bara tykkum – men øllum Føroya landi.
 
Vit gleða okkum øll, til koyrandi er ígjøgnum um tvey ár ella fyrr.
 
Takk fyri!