Rio +20: Javnstøða, grønur búskapur og havið millum evstu evnini á ST ráðstevnuni um burðardygga menning

ST ráðstevnan um burðardygga menning, Rio +20, ið varð hildin í Rio de Janeiro í Brasilia, endaði 22. Juni, við at ein nýggj felags yvirlýsing um burðardygga menning varð samtykt. Yvirlýsingin ber heiti The Future We Want (“Framtíðan vit vilja hava”) og setur fram, hvussu lond og millumlanda felagsskapir skulu – bæði saman og hvør sær - arbeiða á fleiri økjum til tess at minka um fátækdømi, fremja sosiala javnstøðu, verja umhvørvið og skapa búskaparvøkstur.


Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum og norðurlandasamstarvi og Kári P. Højgaard, landsstýrismaðurin í umhvørvismálum umboðaðu Føroyar á ST ráðstevnuni. Undir ráðstevnuni luttók Annika Olsen í einum tiltaki um javnstøðu og burðardygga menning, ið norðurlendska ráðharraráðið skipaði fyri. Serfrøðingar á tiltakinum vístu millum annað á, at luttøka av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum er avgerandi fyri búskaparligari menning, og mismunur millum kynini er ein forðing fyri búskaparvøkstri. Tveir triðingar av heimsins íbúgvum, sum liva undir fátækramarkinum, eru kvinnur.


Samstundis var nýggj sjóneyka sett í Rio á hugtakið grønan búskap – ein búskapur, har vinnulívið fær beinleiðis voksið og ment seg við at virka burðardygt og við atliti at umhvørvinum.


“Tað ber ikki til at tosa um eina burðardygga framtíð, uttan at vit tryggja bæði javnstøðu og javnvág millum kynini, ikki minst her heima í Føroyum, sigur Annika Olsen. “Føroyska vinnulívið noyðast tí eisini at taka hugtakið grønan búskap til sín, og síggja hetta sum kappingarfyrimun og menningar møguleika. At skapa fleiri spennandi arbeiðspláss fyri kvinnur er eisini eitt neyðugt íkast, tá ið tosað verður um grønan búskap. Tað, sum er til frama fyri eitt burðardygt føroyskt samfelag, skal eisini vera til frama fyri vinnulívið.”


Kári P. Højgaard fegnast um tað sterka fokus, ið havumhvørvið hevur fingið í nýggju ST yvirlýsingini.


“Fyri Føroyar hevur tað serligan týdning í alheimshøpi, at vit áhaldandi minna á tørvin og ábyrgdina hjá øllum londum at tryggja eitt reint havumhvørvi,” sigur Kári P. Højgaard.


Undanfarnu árini hevur Føroya landsstýri tikið stig í millumlanda høpi til at varpa ljós á havið og týdning tess fyri oyggjasamfeløg og fiskiveiðilond eitt nú við einum serligum tiltaki um havið og veðurlagið undir ST veðurlagsráðstevnuni (COP 15) í Keypmannahavn í 2009.


“Tað er somuleiðis sera umráðandi, at dentur verður lagdur á, at burðardygg fiskivinna og aling eru virðismikil íkast til alheims matvørutrygd og búskaparvøkstur kring allan heim. Hetta hevur eydnast í Rio,” sigur Kári P. Højgaard, “hóast vit kundu ynskt okkum enn sterkari fokus á teir mongu møguleikar, sum havið hevur at nøkta heimsins tørv á heilsugóðum mati. Nýggja ST yvirlýsingin er eisini okkara í Føroyum. Hon skal eisini vera ein ítøkilig áminning til okkum sjálv, um ta stóra ábyrgd vit hava sum fiskivinnutjóð at tryggja, at okkara egna gagnnýtsla av havsins tilfeingi er burðardygg bæði nú og í framtíðini.”


Yvirskipað um úrslitini


Umboð fyri 191 ST limalond, við tilsamans 79 ríkisleiðarum luttóku á RIO +20 ráðstevnuni. Tilsamans vóru 44.000 skrásettir luttakarar, og fleiri enn 500 ymisk tiltøk umframt sjálva ráðstevnuna. Dilma Rousseff forseti í Brasilia segði, tá hon endaði ráðstevnuna, at Rio +20 var ráðstevnan við flest luttakandi í søguni og var ein “alheims ímynd av fólkaræði”.


Sum heild er semjan, sum finst í yvirlýsingini “The Future We Want”, lítið bindandi og slóðbrótandi fyri ST limalondini. Tað verður fyri tað mesta víst til galdandi sáttmálar og semjur. ES (undir danska formansskapinum) hevur undir samráðingunum strongt á fyri at fáa ítøkilig heimsumfevnandi mál fyri burðardygga menning, tíðarkarmar fyri, nær málini skulu røkkast, og ynski um at fáa grønan búskap við, sum ein grundleggjandi partur av hugtakinum burðardyggari menning. Hóast grønur búskapur hevur ikki fingið tað pláss, sum ES og onnur hava ynskt, verður tað hildið vera eitt jaligt stig, at øll londini eftir Rio +20 viðurkenna, at grønur búskapur er týdningarmikil fyri burðardygga menning í samfelagnum.


ST limalondini eru samd um at taka stig til at orða heimsumfevnandi mál fyri burðardyggari menning komandi árini og gera uppskot til, hvussu burðardygg menning kann fíggjast. Eisini var semja um at arbeiða fyri at gera eina breiðari allýsing av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ/GDP), har fleiri atlit verða tikin at burðardyggari menning. Í sambandi við grønan búskap er semja um, at viðgera tilmæli frá ST aðalskrivaranum um eina skipan, ið skal virka fyri at menna, flyta og breiða út reina og umhvørvisvinarliga tøkni. ST aðalskrivstovan skal taka stig til at kanna, hvussu eitt nýtt ST forum fyri burðardygga menning skal skipast.


Yvirlýsingin “The Future We Want” og annað tilfar frá ráðstevnuni er at finna á ST síðuni fyri Rio+20:


http://www.uncsd2012.org/