Rimmar bingo til frama fyri jólahjálp

Mánakvøldið 21. nov kl. 19.00 skipar Kiwanis Rósan fyri bingo í Róðrarneystinum á Argjum til frama fyri átakinum Í menniskjum góður tokki.


Kiwanis Rósan er felagsskapur av kvinnum. Tær fáa á ymiskan hátt pening til vega umvegis tiltøk av ymiskum slag, sum síðani verður latin sum stuðul til átøk, verkætlanir og annað, sum kemur børnum til góðar.


Kvinnurnar í Kiwanis Rósan vilja stuðla "Í menniskjum góður tokki" og hava seinastu vikunar arbeitt við at fáa vinningar til vega til eitt stuðulsbingo. Væl hevur hepnast hjá teimum. Millum vinningarnar eru ferðaseðil frá Atlantic Airways, fartelefon frá Vodafone við talutíð, hópin av gávukortum, karamellum, døgurðamati, sodavatni og sunnudagsdøgurði fyri tvey frá Hafnia. Fleiri enn 20 vinningar verða eisini á lutaseðli.


"Í menniskjum góður tokki" hevur til endamáls at veita jólahjálp til familjur sum eru illa fyri fíggjarliga. Tað sum kemur inn, verður óskert býtt til tær familjur, sum søkja jólahjálp.


Legg leiðina framvið Róðrarneystið á Argjum mánadagin 21. nov kl. 19.00 og ver við til at gleða eitt barn á jólum. Bussur koyrir fólk heim, tá bingo er liðugt.