Ríkisfundur verður mikudagin

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mikudagin 18. juni.


Í ár er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum, og í hesum sambandi koma Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri Danmarkar og Aleqa Hammond, landsstýrisformaður Grønlands, til Føroyar.


Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar í dag. Týsdagin verður farið á útferð til Mykinesar og út í Tindhólm.


Um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða.


Ríkisfundurin verður mikumorgunin í Tinganesi.


Stjórnarleiðararnir fara m.a. at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, fiskivinnu og Arktis.


Í sambandi við ríkisfundin verður tíðindafundur mikudagin 18. juni kl. 11.30 á Løgmansskrivstovuni.


Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara av stað aftur seinnapartin mikudagin.