Ríkisfundur: Føroyar virknan leiklut í danska formansskapinum

Føroyar skulu komandi ár hava ein stóran lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Á ríkisfundinum í Ilulissat í gjárkvøldið umrøddu Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, leiklutin hjá Føroyum.

Tað er longu greitt, at Føroyar skulu hava ábyrgdina av grønu orkuverkætlanini ” Fra vision til virkelighed - fremtidige energiløsninger for ø-samfund”, ið er ein av trimum hornasteinunum í danska formanskapinum. Landsstýrið miðar eisini eftir at fáa politisku leiðsluna á MR-FJLS økinum, har havið verður í miðdeplinum.

”Tað hevur stóran týdning, at vit átaka okkum ein virknan leiklut í danska formansskapinum. Tað fer at geva eitt gott innlit og einari greiðari mynd av okkara samfelag, at næstan øll fakøki í norðurlendska samstarvinum fara at uppliva Føroyar og okkara fakkunnleika, mentan og samfelag. Hetta fer at menna okkara luttøku í norðurlendska samstarvinum, og kann verða við til at greiða gøtur og styrkja um okkara luttøku og viðurkenning,” heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Danski formanskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum verður býttur millum Danmark, Føroyar og Grønland. Yvirskipaða heitið á formanskapinum er “Fremtidens løsninger”.

Formansskapurin hevur ein verkætlanarpart, og við honum fylgja 45 mio. krónur úr norðurlendsku skipanini. Danmark, Føroyar og Grønland standa á odda fyri hvør sínari verkætlan. Hesar snúgva seg um luttøkuna hjá børnum í demokratiskum prosessum, grøna orku í oyggjasamfeløgum, og um strandarsamfeløg í Norðurlondum. Føroyar skulu harumframt verða vertur fyri á leið 15-20 norðurlendskum fundum og ráðstevnum í formansskapsárinum.    

Endaliga skráin fyri formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020 verður løgd fram á ársfundi Norðurlandaráðsins í heyst.