Ríkisfelagsskapurin stóran týdning fyri kredittvirðið

Landsbanki Føroya boðaði fyrr í vikuni frá, at Føroyar varðveita ratingina frá Moody's. Føroyar liggja á fjórðbesta plássi av 21 møguligum.


Hetta er at fegnast um, og hevur stóran týdning fyri rentuna, ið landskassin skal gjalda av sínum lánum.


Ríkisfelagsskapurin togar okkum tvey stig uppeftir


Fleiri orsøkir eru til, at Føroyar fáa eina so góða rating. Sambært Moody's er ein orsøk, at landsstýrið hevur støðug viðurskifti við donsku stjórnina. Men eisini tað at landsstýrið hevur tað neyðuga valdið til at stýra búskapinum, at landsstýrið hevur sett sær fyri at hava gott gjaldføri og at breið politisk semja er um at fáa hallið hjá landskassanum burtur, hevur týdning.


Ríkisfelagsskapurin einsamallur, togar okkum heili tvey stig upp eftir stiganum.


Vandar


Vandar eru sjálvsagt eisini fyri, at Føroyar í framtíðini kunnu detta niður eftir ratingstiganum. Ein vandi sum verður nevndur er, um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark versna. Men eisini manglandi evni til at fáa almenna undirskotið burtur, kunnu fáa negativar avleiðingar.


Eiga at varðveita styrkina


Umráðandi er, at vit gera alt ið gerast kann, fyri at halda fast í góðu ratingini. Vit mugu fylgja ætlanini um at vinna á almenna undirskotinum innan ávíst áramál, og ikki minst hevur tað týdning, at vit varðveita tann sterka ríkisfelagsskapin.


Helgi Abrahamsen


løgtingsmaður