RIGGA TIL BÁTAFESTIVAL Á TOFTUM, sum verður 5 mai 2012.
Tíðindaskriv frá Bátafelagnum á Toftum!
Tíðin er nú aftur komin, hvar vit fara at hugsa um bátin, og tann hugna hesin hevur við sær.
Drúgvu stormarnir í vetur, ið fóru so illa við okkum gera, at vit nú leingjast eftir hugna og góðum veitslulag.
... Starvsnevndin í Bátafelagnum á Toftum og onnur eru í gongd við, at fyrireika Bátafestivalin í ár, sum verður leygardagin 5. mai 2012.
Tilmelding frá bátum kann sendast til Bátafelagid@hotmail.com Uppgev navn á báti, eigara, telefon nr, og gjaldi kr. 200,00 á konto nr. 9181- 144.393.5 í EIK BANKA.
Tilmelding frá húsvognum kann sendast við mail til toftahavn@nes.fo og har uppgeva stødd av vogni og hvussu nógvar dagar ein ætlar sær at vitja. Kostnaðurin er kr. 100,00 fyri hvønn vogn pr. dag og skal gjaldast á konto í EIK BANKA nr. 9181- 144.393.5
Hetta ber boð um enn eitt gott vikuskiftið, har fólk koma saman til hugnaliga samveru, bæði fyri børn og vaksin.
Her verður nógv undirhald, so sum hoppiborgir, rodeotarvur, andlitsmáling, og BASSI kemur eisini á vitjan.
Til tey tilkomnu “børnini” kann nevnast hugnaliga løtan, tá bátarnir koma í Oyrahavnina, og verða bodnir vælkomnir av Harmonikuleikarunum. Bjóða verður til suppu v.m. í kantinuni, har bátaeigarar og aðrir gestir ofta hava haft eitt sera hugnaligt og stuttligt prát, eisini verður annar tónleikur á økinum og í teltinum.
Eisini kann nevnast uppboðssølan av einari tekning, sum avmyndar útvaldar “borgarar” í Nes Kommunu, í einum ørðvísi perspektivi. Aftur í ár kann ein keypa sær teir vælumtóktu “FESTIVALBÚFFARNAR” beinleiðis av grillini.
Um kvøldið verður rimmar dansur í Tjaldinum, hvar sjálvur contrykongurin Hallur Joensen kemur at spæla til dans, eitt tiltak, sum undanfarnu ár hevur verið sera væl vitja, og ivast vit ikki í, at tað verður minst líka væl vitja í ár.
Eitt sovorði tiltak, hevur alstóran týdning fyri trivnaðin her í okkara umhvørvið, at fólk kunnu uppliva ein sovornan dag, har vit kunnu bjóða hópin av bátaeigarum og gestum vælkomin til Toftir.
Eitt er at fyriskipað eitt sovorði tiltak, annað er, at tað má og skal verða gjørt við bestu trygd í hásæti, so at vit tá liðugt er, kunnu fara aftur til hús, við góðum minnum frá Bátafestivalinum á Toftum 2012