RFS hevur gularót til allar rógvarar

 Tíðindaskriv frá Róðrarsambandi Føroya:


Sum eina gularót fyri allar okkara rógvarar í Føroyum og uttanlanda, fer RSF at skipa soleiðis fyri, at upp til 6 rógvarar sleppa við til HM í inniróðri, sum verður í Boston tann 19. februar 2012.


Til seinasta HM vóru tveir føroyskir rógvarar við, sum fingu sera góð úrslit. Eisini vita vit, at sera nógvir evnaríkir rógvarar finnast kring oyggjarnar. Tí metir RSF at grundarlag er fyri at senda fólk til HM.


Fyri at finna fram til, hvørjir rógvarar skulu avstað, hevur RSF í brævi heitt á feløgini kring landið um at skipa fyri innanhýsis úttøkukappingum. Eftir hesar úttøkukappingar skulu feløgini senda RSF vinnaratíðirnar. Hetta skal vera gjørt í seinasta lagi 18. desember 2011. RSF metir herefter tíðirnar við vinnaratíðirnar frá seinasta HM og velir tær bestu burturúr.


14. januar fer RSF at skipa fyri eini endaligari úttøkukapping, har tey við teimum útvaldu tíðunum aftur skulu kappast. Eftir hesa kappingina vera rógvararnir endaliga valdir út. Tó vera í mesta lagi 6 rógvarar útvaldir, av tí at tað er so kostnaðarmikið at senda fólk alla ta longu leið til USA.


RSF vónar, at rógvarar bæði innan- og uttanlands taka av hesum tilboði og fara at gera sítt ítarsta fyri at hava møguleika fyri at sleppa við til HM.