Retoriskur hálvleikur um lógarbrot

So fingu vit tað við eisini, at KvF sendi boð eftir Georg L. Petersen, fyri, eg veit ikki hvussu oftani, aftur er blaðstjóri á familjufyritøkuni, sum bleiv smildrað sundur, endurreist, og aftur endurreist, og flýtur nú á onkrari sildafjøl í norðuratlantshavinum….

Dan Klein, journalistur, skrivar og greinar:

Fyrstu ferð lagt út á netið: 19.06.2017 - 07:14

Men í fyrsta parti av svarinum, skuldi blaðstjórin svara uppá um Høgni Hoydal, átti at fara frá fyri klokkuklára lógarbroti í samband við fiskiloyvini. Líka mikið hvussu hann vendi svarinum, so kom hann til tað sama, at landsstýrismaðurin hevði evstu ábyrgdina, og at hann átti at fara frá…

…Men so svarar hann í retoriska hálvleikinum: Løgmaður ynskir ikki Høgna frá, tí hann er sjálv ímyndin av broytingunum í fiskivinnuni, sum nú skal gjøgnumførast.

Nú rør Georg L. Petersen sostatt undir, at hann, sum pressa upplivir, og kanska eisini góðtekur, at Høgni Hoydal sendir ”apuna” longur niður í skipanini. Til stjóran í Vørn, ella aðalstjóran í Fiskimálaráðnum?!

Hvat er tað ”pressan” her fortelur, og sum verður endurgivið í tíðindasendingunum leygardagin 17. juni 2017?!

Gevur samlaða eingla-pressan ikki júst her við ”aputíðindunum”, samgonguni pláss til at hongja lógarbrotið um hálsin á onkrum øðrum, ella bara lata sum onki?!

Hvat bleiv at evstu ábyrgdini, klokkukláru mannagongdunum, og treytaleysum nærlagni, sum serliga Høgni hevur verið fortalari fyri.

Og nú stendur hesin kroyrsti formaðurin, veikur og slitin frammanfyri avloysaranum í Fólkatinginum, og skal geva hesum manninum sersømdir í lønarposan, tí hesin vil sleppa at liva politiskt yvir evnir, og vil sleppa at halda Ingolf S. Olsen heilt úttanfyri. Sum afloysari fyri Høgna, krevur Magni Arge sersømdir, sum hann noktar sínum egna avloysara í løgtinginum.

Her skal Mesias, Fegin, ella hvat vit annars velja at kalla politiska oddfiskin í Tjóðveldi, spæla sær við, at skera sær veg gjøgnum suppuna. Móses kláraði tað, so mátti borið til hjá Høgna, sýnist tankin at vera.

Sum ta ferðina Mest fekk Mest í ”Jollustuðli” frá sama veiðumanni í Fiskimálaráðnum. 

Nú verður upplýst, at "jollustuðulin" ikki forðaði øðrum størri skipum at fáa stuðulin, men soleiðis var hann ikki upprunaliga ætlaður.