Reisigildi oman Mattalág

Fríggjadagin var reisigildi fyri innbodnum oman Mattalág, har felagið Bústaðir arbeiðir við eini verkætlan við 38 íbúðum.


Økið oman Mattalág er í vesturbýnum í Tórshavn, og leigubústaðirnir vera klárir at taka í nýtslu fyrst í komandi ári.


Økið oman Máttalág er eitt gamalt sementstoypivirki, sum Húsalánsgrunnurin átti, áðrenn Bústaðir komu til.


Fleiri ætlanir hava verið fyri øki, men tað er fyrst nú, at eitt byggjarí er ígongd og at ein nýggjur býlingur tekur skap.


Verkætlanin oman Mattalág er ein av fleiri verkætlanum, ið koma at gerast til veruleika komandi tíðina, og er úrslit av, at Bústaðir í 2017 fingu loyvi til at taka lán fyri 250 mió. kr. við at skriva út lánsbrøv til íleggjarar í Føroyum ella við at taka lán frá stovnsligum íleggjarum í Føroyum. Felagið Bústaðir hevur í løtuni um 300 bústaðir ávegis í sínum byggiætlanum.


Bústaðir samstarva við Scandi Byg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð um verkætlanina oman Mattalág.


Íbúðirnar verða innfluttar sum modul úr Danmark. Tá tær eru komnar til landið, verða tær settar saman á staðnum. Í verkætlanini vera tríggjar íbúðastøddir. 20 av teim minstu íbúðunum eru á 50 fermetrar. 10 av íbúðunum eru á 100 fermetrar í einari hædd. 8 av íbúðunum eru á 104 fermetrar í tveimum hæddum.


Felagið Bústaðir hevur áður samstarvað við Scandi Byg um íbúðirnar á Heygavegnum í Klaksvík og á Karlamagnusarbreyt, ið somuleiðis eru innfluttar sum modulir.


Hóast íbúðirnar verða innfluttar, merkir tað ikki, at øll verkætlanin verður keypt úr Danmark.


Umleið ein triðingur av samlaðu verkætlanini verður gjørdur av føroyingum, millum annað jørðarbeiðið og at seta modulini saman.


Í verkætlanini er nógv gjørt burturúr útsjónd og umhvørvi.