Tíbetur eru tey flestu meira tilvitað um reint umhvørvi í dag, enn bara fyri 25 árum síðan. Seinasta leygardag varð skipað fyri umhvørvisdegi í Nes kommunu soleiðis, at tá ið fólk koma til bátafestivalin á Toftum leygardagin 5. mai, er bygdin rein og ruddilig.
Vit kunnu fegnast um, at føroysku kommunurnar hava eina dagliga og skipaða ruskinnsavning, tí skilið var alt annað enn gott, áðrenn hetta kom í lag. Síðan 1997 hevur verið regluliga skipað fyri umhvørisátøkum, sum hava til endamáls at eggja kommunum og íbúgvum at seta seta umhvørvið í hásætið.
Burturkast í sjónum
Seinastu 100 árini eru stórar mongdir av burturkasti um allan heim endaðar í havinum. Um allan heim gevur hetta burturkast í dag stórar trupulleikar fyri havumhvørvið, djóralívið, fiskivinnuna og fyri lokalsamfeløg, sum liggja út til havið.
Lokalsamfeløg og kommunur í øllum heiminum hava á hvørjum ári óneyðugar útreiðslur av at taka upp burturkast, ið rekur upp á land. Hetta er peningur, sum var betur nýttur aðrastaðni.
Á Skálfjørðinum hevur Kongshavnar havnastýri í mong ár skipað so fyri, at fjøran verður ruddað í minsta lagi eina ferð um árið. Hetta arbeið hevur verið gjørt í samstarvi við fólkini á Stíggi í Saltangará, og eiga tey stóra tøkk fyri sítt arbeiði.
Í Føroyum er havumhvørvið tíbetur væl reinari enn manga aðrastaðni í heiminum, men nærri kanningar eru neyðugar. Hetta hevur Agenda 21 Stovan og Føroya Kommunufelag við limaskapi sínum í altjóða kommunala umhvørvisfelagsskapinum KIMO International (Kommunernes Internasjonale Miljøorganisasjon) sett sær fyri at gera nakað við.
Nes kommuna, Tofta Havn og Agenda21-stovan skipaðu í 2007/2008 fyri eini áhugaverdari royndarverkætlan í samstarvi við m/t Búgvan á Toftum. Royndarverkætlanin gekk í stuttum út uppá at gera royndir við ”Fishing for Litter” í einari føroyskari havn, fáa eina ábending um, hvørji sløg av burturkasti eru í føroyskum havøki, og hvaðan hetta stavar. Lesast kann meira um hetta á www.agenda21.fo/myfiles/files/FLL.pdf
Kongshavnar havnastýri stuðlar hesi verkætlan fíggjarliga, so kanningin kann halda fram, vónandi í fleiri føroyskum havnum.
Móttøkuskipan neyðug
Alt burturkast í føroyskum sjóøki skal sambært lóg takast við til lands og avhendast til móttøkuskipan á landi. Nes kommuna og Tofta Havn hava í mong ár havt eina eina góða og skipaða móttøkuskipan, so tað er ómakaleyst hjá teimum mongu skipum, sum koma til Toftir, at sleppa av við burturkast. Skipsmanningarnar hava tikið væl ímóti hesi skipan, og tað eru rættiliga vist, at um allir partar standa saman um ein slíka skipan, so eydnast hon, og tað er samstundis ein fongur fyri okkara umhvørvi.
Leygardagin 5. mai verður árligi bátafestivalurin á Toftum. Vit gleða okkum at síggja eitt stórt fylgi av skipum og bátum sigla eftir Skálafjørðinum og leggja til bryggju á Toftum seinnapartin. Vit vóna enn einaferð at fáa ein góðan og gevandi dag. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu
og formaður í Konghavnar Havnastýri