Rein manipulatión, Annika!

Tað er nógv fyri at síggja borgarstjóran í Havn sleingja um seg við milliónatølum, ið púrt einki hald hava í veruleikanum.

“Tað er ein stór skomm, at vit sum høvuðsstaður ikki kunnu hýsa okkara egnu landsdystum í eini nýggjari høll, sum hevur kostað skattgjaldaranum 80 milliónir krónur.”

Hesi eru orðini, nú borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, við grovari manipulatión av veruleikanum roynir at leggja undanfarna býráð undir at hava brúkt pengar til einkis upp á tvíhøllina á Hálsi – og tað enntá ímóti betri vitandi!

Grov manipulatión er tað, tí tølini hava púrt einki hald í veruleikanum, men verða bara slongd út, so tað enn einaferð skal bera til at seta undanfarna býráð í ringt ljós, heldur enn at vísa á okkurt hendinga úrslit hjá sær sjálvum. Hesum seinasta hevur verið bíðað leingi eftir – og verður tað enn!

Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna ongar 80 milliónir krónur hevur brúkt upp á at útbyggja høllina á Hálsi til tvíhøll. Tvørturímóti eru játtaðar knappar 51 milliónir krónur til útbyggingina í 2016 og 2017, og um tær sjey milliónirnar til flytiligu áskoðaraplássini verða taldar við, er samlaða upphæddin góðar 57,8 milliónir krónur!

Tað, sum veruliga er skomm í øllum hesum, er ikki høllini ella vantandi góðkenningin av henni til stórar altjóða dystir, men at Annika Olsen, borgarstjóri, ikki leggur í at brúka tey tøl, hon hevur alla atgongd til sum hægsti kommunali leiðari í høvuðsstaðnum, men heldur velur at fabrikera síni egnu tøl, ið rigga betur sum sverta av teimum, ið altso hava gjørt nakað.

Loystu trupulleikan
Høvi hennara at sleingja um seg við milliónatølum, ið púrt einki hald hava í veruleikanum, er staðfestingin av, at Hondbóltssamband Føroya ikki fær undantak frá EHF til at brúka tvíhøllina til heimadystirnar hjá manslandsliðnum í komandi EM-undankapping.

Nei, einki er tvíhøllin nøkur skomm, tvørturímóti! Hon er bara enn eitt dømi um eitt býráð, ið lurtaði eftir tí, feløgini ynsktu og vildu hava, tí so stórt trýst var á verandi hallir, at bráðneyðugt var at fáa ein vøll aftrat til vega.

At økið á Hálsi er ov lítið til eina marghøll, vistu vit av, so tann møguleikin var slett ikki við í hesi avgerðini, sum rættiliga smidliga fekk útvega ein vøll aftrat í høllini á Hálsi, uttan at virksemið har frammanundan var munandi ávirkað. Arbeiðið gekk sum eftir ánni og orsøk er ikki til annað enn at fegnast um úrslitið, ið ikki bara gagnaði hondbóltinum og flogbóltinum, men eisini loysti hølistrupulleikarnar hjá bæði judo og borðtennis!

Skuldi talan verið um eina marghøll, vildi tað tikið fleiri ár at fingið hana, men trupulleikin hjá feløgunum við hallar- og vallartroti hevði ikki verið minni fyri tað. Við øðrum orðum loystu vit ein ítøkiligan trupulleika við at útbyggja høllina á Hálsi, tí tað var tað, sum feløgini í Havn høvdu brúk fyri og ikki kundu bíða eftir.

Tað stutta av tí langa er, at ætlanin um eina marghøll í Havn er eitt heilt annað mál, ið púrt einki hevur við høllina á Hálsi at gera – hvørki nú ella longur afturi í tíðini.

Fleiri mugu lyfta
Júst nú er støðan tann, at Hondbóltssambandið hevur fingið at vita, at tvær av trimum hallum, ið biðið varð um undantak til, ikki kunnu brúkast til heimadystirnar hjá manslandsliðnum. Hin høllin, ið heldur ikki fekk undantak, er Badmintonhøllin í Klaksvík, og tí er nú bara ein høll eftir, sum er Marghøllin í Vági.

Hattin av fyri vágbingum, at teir hava eina høll, ið vónandi sleppur at lyfta uppgávuna, so vit fáa hesar stóru hondbóltsdystir til Føroya, heldur enn at spæla teir uttanlands. 
Heimadystir skulu spælast heima, so nú bara møguleikin í Vági er eftir, eiga vit sjálvandi øll at vóna, at tað ber til, umframt at neyðugt er hjá okkum øllum at standa saman um tann møguleikan.

Marghøll skal nokk koma í Havn, men tað er einki smámál, ið verður loyst í skundi – og so slett ikki av einum býráðsmeiriluta, ið higartil hevur verið meira upptikin av at hyggja aftureftir, enn at seta ferð á frameftir!

Hartil krevst eisini, at landið verður ein virkin viðspælari. Kann í hesum viðfangi nevna, at landið ikki stuðlaði útbyggingini av høllini á Hálsi við einum oyra, so har er sanniliga nógv, ið kann arbeiðast betur, tá ein marghøll skal gerast. Tað er ikki ein uppgáva hjá Tórshavnar kommunu einsamallari at reisa eina slíka høll, so tá hon skal gerast – vónandi sum skjótast – skulu fleiri partar til at lyfta ta uppgávuna.

Heðin Mortensen
býráðslimur í Havn