Reiðararnir eiga uppboðssølugjaldið

Jóhann Lützen, blaðstjóri, rør í grein í Norðlýsinum í
gjárkvøldið fram undir, at tað bert eru orð uttan innihald, tá undirritaði
hevur sagt og skrivað, at fiskivinnunýskipanin ikki skal ávirka inntøkurnar hjá
fiskimonnunum. Fiskimálaráðharrin fær sama ivasama heiður, men hann dugir at
svara fyri seg sjálvan.



https://nordlysid.fo/tidindi/57451/landskassin-tekur-75-fra-manningini?fbclid=IwAR3buPr7CTF0q8LtwjaSNxkNxWI6ij0NUoAjXwMRxKZiKUHeKbq0hbiUaOk



Eg endurtaki tó fegin, at gjøldini fyri veiðirættindi, sum eru ásett við
støði í fiskivinnunýskipanini IKKI skulu kunnu turkast av upp á manningarnar.



Yvirskriftin
á greinini hjá
Jóhann Lützen er tískil eisini beinleiðis skeiv; tað er ikki landskassin, sum
tekur 75 % frá manningini, men reiðaríið, sum turkar part av sínari rokning av
upp á manningina.



Rættindi,
keypt á uppboðssølu, skulu nevniliga gjaldast av tí, sum keypir tey, og
kostnaðurin skal ikki dragast frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar
verða avroknaðar. Tí tað er rættindahavarin einsamallur og ikki manningarnar,
sum hava ræðið á rættindunum.



Hetta hevur
allatíðina verið greiði boðskapurin hjá undirritaða og allari samgonguni.
Lógarteksturin í lóg um sjófeingi er eisini orðaður samsvarandi hesum.



Tí er tað er
tað greitt ímóti bæði ætlanunum og ásetingunum í lóg um sjófeingi, tá reiðarí
kortini draga uppboðssølugjaldið frá avreiðingarvirðinum, áðrenn hýrurnar til
manningina verða avroknaðar.



Í aktuellu
avrokningini, sum Norðlýsið endurgevur úr, og sum dúgliga verður býtt á
Facebook, er hetta eftir øllum at døma hent, og eg veit fullvæl, at hetta ikki
er eindømi. Ávísir reiðarar hava enntá alment sagt, at teir framhaldandi ætla
at draga uppboðssølugjaldið frá, áðrenn teir avrokna.



Av somu
orsøk hevur Føroya Fiskimannafelag beint mál um hetta í Fasta Gerðarrætt. Tí
við síni framferð hava reiðararnir gjørt málið til ein spurning um sáttmálatulking,
og tulkingarspurningar verða avgjørdir í Fasta Gerðarrætti.



Eg skilji
væl, um fólk halda hetta vera torgreitt og roksut, tí um ætlanin um hesi
viðurskifti eru so greið í lóg um sjófeingi, sum vit í samgonguni siga, hví ber
so ikki til bara at skera ígjøgnum og siga, hvar skápið skal standa?



Tað er tí,
at tað suverent er sáttmálin ímillum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini,
sum ger av, hvussu manningarnar skulu avroknast. Og samgongan ætlar ikki at
leggja seg út í hesi viðurskifti.



Reiðararnir
halda upp á, at uppboðssølugjaldið er ein føst útreiðsla av slíkum slag, sum er
loyvdur frádráttur sambært galdandi sáttmála.



Fiskimannafelagið
heldur seg hinvegin – sum eisini rætt er – til tað, sum lógarsmiðirnir, tað er
landsins sjórn og løgtingsmeirilutin aftanfyri lógarverkið, hava sagt
lógartekstin merkja.



Lógarteksturin
merkir tað, sum eg havi staðfest omanfyri.



Og tað
verður helst rættarligt eindømi, um Fasti Gerðarrættur kemur til eina aðra
niðurstøðu um hetta mál enn tey, sum hava gjørt lógina – millum annað
undirritaði – og sum upp í saman, í Løgtinginum og í almenna rúminum, hava
greitt frá, hvussu hon er ætlað og hugsað, og hvussu hon ítøkiliga skal
skiljast.



Skuldi tað
óhugsandi kortini hent, at Fasti Gerðarrættur gevur reiðarunum viðhald í hesum
máli, so skal sjálv lógin broytast, soleiðis at tað verður rist í stein, at tað
ikki verður loyvt rættindahavarunum at senda part av rokniningini fyri
uppboðssølugjaldið víðari til manningarnar at rinda.



Tað sera
keðiliga og óhepna í hesum stríðnum er drúgva viðgerðartíðin, sum eftir øllum
at døma krevst í Fasta Gerðarrætti. Tí politiski myndugleikin má sjálvsagt bíða
eftir úrskurðinum haðani, áðrenn farið verður undir at gera møgulig inntriv.



Vónandi
verður heilt skjótt borið at nú, so greiða kann fáa á hesum máli sum skjótast.



Ingolf S. Olsen

Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum