Reiðarafelagið fyri Handilsskip havt aðalfund

Fríggjadagin 12. februar hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Fyri vali stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Rúni V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen. Teir vóru allir afturvaldir. Í RFH eru 15 limir, sum umboða 73 skip. Limirnir eru virknir innan m.a. siðbundnan farmaflutning, ferðafólkaskip og tænastuskip innan alivinnu og oljuvinnu. Afturat hesum fevnir shipping eisini um atknýtt virksemi á landi.

Formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, legði ársfrágreiðingina fram á aðalfundinum. Hann vísti á, at shipping er við til at fjøltátta tann føroyska búskapin, og harvið styrkja og breiðka inntøkugrundarlagið hjá Føroyum. Eisini er shipping við til at styrkja føroyska arbeiðsmarknaðin við at skapa nýggj størv. Tøl frá RFH í januar 2021 vísa, at fleiri enn 1.400 starvsfólk eru knýtt at vinnugreinini, bæði á sjógvi og landið. Hetta er nakað lægri enn undanfarin ár, og hetta er fyrst og fremt orsakað av COVID-19 farsóttini, og at onkur skip eru flaggað út úr Føroyum. 

2020 hevur í stóran mun verið merkt av COVID-19, bæði við minkandi virksemi og við avbjóðingum við manningarskiftum. Farið er undir eina koppsetingarætlan, og næsta stig er at finna hóskandi skjalprógv fyri koppseting, soleiðis at manningar kunnu ferðast ótarnaðar um landamørk. RFH vónar, at hetta kann setast í verk skjótast gjørligt. 

Avgerandi fyri framtíðar menning av shipping vinnuni í Føroyum er, at vit framhaldandi eru kappingarfør á fleiri økjum. Ein liður í hesum er, at ferð átti at verið sett á arbeiði at gera fleiri tvískattaavtalur millum Føroyar og onnur lond. Eisini er týðandi, at Føroyar hava dagførd og eftirfarandi hagtøl fyri útflutning av tænastum. Væntandi verða tey fyrstu hagtølini fyri útflutning av shippingtænastum tøk tíðliga í vár. 

Til ber at lesa ársfrágreiðingina her. 

Í nevndini í RFH sita: Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.