Verandi formaður, Annfinn V. Hansen, heldur áfram.
Mánadagin 12. mars hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip aðalfund. Fyri nevndarvali stóðu Annfinn V. Hansen, Kaj M. Petersen og Jens Meinhard Rasmussen. Harafturat tók aðalfundurin avgerð um, at økja talið av nevndarlimum úr 5 til 7. Sostatt skuldu 5 nevndarlimir veljast á aðalfundinum.
Umframt teir tríggjar nevndarlimirnar, sum stóðu fyri vali, vórðu Hentzar Steingrímsson og Jónas Sigmarsson valdir í nevndina.
Í nevndini fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip sita sostatt Rúni V. Poulsen, Gunnbjørn Joensen, Annfinn V. Hansen, Kaj M. Petersen, Jens Meinhard Rasmussen, Hentzar Steingrímsson og Jónas Sigmarsson.
Nevndin hevur skipað seg við Annfinn V. Hansen sum formanni og Jens Meinhard Rasmussen sum næstformanni.