Uppskotið til samtyktar frá Sambandsflokkinum um at gera eina menningarætlan fyri endurmenning í Føroyum (rehabilitering), er nú loksins samtykt av Løgtinginum.
Við hesum verður tryggjað óhjálpnum, veikum og teirra avvarðandi borgarum eina skipaða endurmenning, og tað skal verða ein lógarfestur rættur.
Hetta er neyðugt, skulu vit framhaldandi kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, har øll skulu hava tað gott og kunna trívast.
Tá ein persónur verður raktur av álvarsligari sjúku ella kemur álvarsliga til skaða, kann hetta kollvelta alla tilveruna hjá viðkomandi, men hetta kann eisini ávirka tilveruna og lívsgóðskuna hjá teimum, sum standa persóninum nær, avvarðandi ella næstringar.
Við samtykta uppskotinum verður lagt upp til at skapa munandi betri umstøður hjá teimum, sum hava tørv á endurmenning, endurvenjing, viðlíkhaldsvenjing o.a.
Í hesum sambandi skal landsstýrið kanna og lýsa tørvin á bráðfeingis og uppfylgjandi endurmenning, tað veri seg likamligt, sálarligt og sosialt, og lýsa, hvørjir møguleikar eru fyri at menna eina nýggja samskipaða tvørfakliga endurmenningarskipan fyri Føroyar.
Sambandsflokkurin raðfestir heilsumál ovalaga, og tí fer flokkurin at fylgja málinum upp í komandi tíðum - eisini eftir eitt løgtingsval.
Sambandsflokkurin