Rásin skal útbyggjast

Rásin er ein tvey ára eftirskúli fyri menningartarnað,
ið eru liðug við fólkaskúlan. Eftirskúlin var settur á stovn í 2005 og er
staðsettur í Saltangará.



 



Hugaligt at hoyra í Degi & Viku, týskvøldið 4.
september, at ítøkiligar ætlanir eru um at útbyggja og víðka hetta vælvirkandi
eftirskúlatilboð.



 



Í stuttum kann sigast, at ætlanin er at tvífalda
næmingatalið frá 7 upp til 14, og at næmingar síðani verða tiknir inn á skúlan
á hvørjum ári í mun til á øðrumhvørjum ári, soleiðis sum tað er í dag.



 



Útbyggingin fer eisini at geva hesum ungu við
menningartarni eitt meiri spennandi skúlatilboð, har øktur trivnaður, øktir
undirvísingarmøguleikar og øktur dynamikkur, gerast partur av skúlatilboðnum.



 



Nú er so ætlanin framløgd og Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í skúlamálum, úttalaði seg sera positivt um hesa ætlan í Degi
& Viku, týskvøldið.



 



Útbyggingin av Rásini skal eftir ætlan kosta millum 8
og 9 mió. kr.



 



Eingin ivi skal vera um, at eg taki fult undir við, at
Rásin verður útbygd.



 



Rásin hevur brúk fyri hesi útbygging, soleiðis at
hetta vælvirkandi eftirskúlatilboð fyri menningartarnað fær teir ynskiligu,
góðu og mennandi karmar at virka undir, soleiðis at skúlin verður
framtíðartryggjaður.



 



Landsstýrið leggur nú síðstu hond á
fíggjarlógaruppskotið fyri 2019, og verður fíggjarlógaruppskotið lagt fyri
Løgtingið síðst í hesum mánaðinum.



 



Spennandi verður tá at síggja, um peningur er settur
av til útbyggingina av Rásini - eg vóni, at so verður.



 



Magnus Rasmussen



løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin