Rás2 sendir beinleiðis frá Eystanstevnu

Nú Eystanstevnan av álvara byrjar í dag (14. juni 2013) sendir Rás2 beinleiðis úr Býráðsalinum í Runavík allan dagin frá kl. 9:00-12:00 og aftur eftir døgura kl. 13:00-17:00.


Prátið fer millum annað at snúgva seg um vælumtókta karnivalin, ið er vorðin fastur táttur á Eystanstevnuni, og kanska lurtarin fær eina ábending um, hvat kabarettin – ”millum steinarnar” fer at borðreiða við.