Fíggjarliga støða felagsins varð styrkt í 3. ársfjórðingi, og felagið hevði 158,4 mió. kr. í tøkum peningi við endan á ársfjórðinginum. Eginpeningurin er fyri fyrstu ferð omanfyri 400 mió. kr. Úrslit av primerum rakstri (EBIT) í 3. ársfjórðingi 2011 varð 32,1 mió. kr. (í 3. ársfjórðingi 2010 var hann 35,6 mió. kr.). Samanlagt fyri fyrstu 9 mánaðarnar av 2011 var rakstrarvinningurin 109,1 mió. kr. (í 2010 var hann 93,6 mió. kr.).
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at hóast framleiðslan í 3. ársfjórðingi av 2011 var lægri enn vænta, so hevði felagið eitt gott úrslit. Úrslitið av primerum rakstri varð 32,1 mió. kr., og merkir tað at vit hava rokkið metingini fyri árið, og vænta, at úrslitið fyri alt árið verður í ovara enda av áður fráboðaðu metingini sum var 90 – 150 mió. kr.
Í næstum kemur Blackbird feltið í framleiðslu og seinni í ár fer Chestnut aftur at framleiða við fullari styrki. Atlantic Petroleum fer komandi mánaðirnar at luttaka í tíðandi leitingarbrunnum. Seinni í ár verður borða á Orchid leitingarmiðinum, og komandi vár verður farið undir at bora á føroyska Brugduloyvinum.
30. september varð ein útbyggingarætlan latin inn til Bretsku mynduleikarnar fyri Perth leiðina har ognarluturin hjá Atlantic Petroleum er 10,8%. Mett verður, at hetta feltið kann koma í framleiðslu fyrra hálvár 2014.
Fíggjarligt
Úrslit av primerum rakstri (EBIT) í 3. ársfjórðingi 2011 var 32,1 mió. kr. (3. ársfjórðingur 2010: 35,6 mió. kr.) og 109,1 mió. kr. fyri fyrstu 9 mánaðarnar av 2011 (fyrstu 9 mánaðarnar 2010: 93,6 mió. kr.).
Úrslit áðrenn skatt 3. ársfjórðing 2011 var 43,5 mió. kr. (3. ársfjórðing 2010: 4,1 mió. kr.) og fyrstu 9 mánaðarnar av 2011 101,6 mió. kr. (fyrstu 9 mánaðarnar av 2010: 109,2 mió. kr.).
Gjaldførisúrslit frá primerum rakstri fyrstu 9 mánaðarnar av 2011 var 234,7 mió. kr. (fyrstu 9 mánaðarnar 2010: 176,7 mió. kr.).
Tøkur peninur við endan av 3. ársfjórðingi var 158,4 mió. kr. (við ársenda 2010: 74,3 mió. kr.).
Bankaskuldin var 140,6 mió. kr, við endan av 3. ársfjórðingi (við ársenda 2010: 162,3 mió. kr.).
Ognir til samans við endan av 3. ársfjórðingi 2011 vóru 757,9 mió. kr. (við ársenda 2010: 671,8 mió. kr.).
Eginpeningur við endan av 3. ársfjórðingi 2011 var 403,0 mió. kr. (við ársenda 2010: 377,9 mió. kr.).
Felagið eigur 130.514 egin partabrøv, ið er 4,98% av samlaðu partabrøvunum og svarar til 17,1 mió. kr. Við endan av 3. ársfjórðingi var kursurin á partabrøvunum 131,00 kr.
Rakstur
Samlaða framleiðslan fyrstu 9 mánaðarnar var 558.000 tunnur oljulíkar (boe), og svarar hetta til eina miðalframleiðslu uppá 2.044 tunnur oljulíkar um dagin til Atlantic Petroleum.
Framleiðslan úr Ettrick leiðini hevur sum væntað verið nakað tarnað í 3. ársfjórðingi orsakað av viðlíkahaldsarbeiði og av íbindingini av Blackbird leiðini í framleiðslukervið.
Chestnut leiðin framleiðir við niðursettari ferð til vatninnspræningin er komin í rættlag. Væntandi er leiðin aftur í fullari framleiðslu seinni í ár, tá vatninnspræningarbrunnurin er boraður.
Íbindingin av Blackbird leiðini í Ettrick gongur væl, og kemur fyrsta oljan væntandi upp í 4 ársfjórðingi av 2011.
Útbyggingarætlanin fyri Perth leiðina varð latin bretsku mynduleikunum til góðkenningar hin 30. september.
Atlantic Petroleum luttók í Foxtrot leitingarbrunninum á loyvi P.1716. Rakt varð við eina vatnberandi flá, og varð brunnurin latin aftur 20. august, við møguleika fyri at lata brunnin uppaftur um kanningar staðfesta, at ein leið liggur longur niðri.
Útlit 2011
Fíggjarligt
Úrslit av primerum rakstri (EBIT) í 2011 verður væntandi í hægra endanum av áður fráboðaðu 90-150 mió. kr.
Íløgur í leiting og menning eru mettar at verða umleið 50 mió.kr., og íløgur í útbygging og framleiðslu eru mettar at verða umleið 135 mió.kr. fyri alt 2011.
Skuldin verður væntandi lækkað við 50 mió.kr. í 2011.
Felagið tryggjar framleiðsluna, og áleið 27% av verandi framleiðslu er tryggjað 12 mánaðar frameftir. Miðal oljuprísurin er 106 USD fyri tunnuna.
Rakstur
Framleiðslan fer væntandi at liggja millum 2.000 – 2.300 tunnur av oljulíka um dagin, sammet við 2,100 – 2,600 tunnur sum áður er fráboðað. Hetta kemst í høvuðsheitinum av at framleiðslan úr Chestnut er útsett av tí at vatninnspræningin á Chestnut leiðini skal betrast.
Arbeiði at bora vatninnspræningarbrunnin á Chestnut, sum eina síðuborðing frá verandi brunni, er byrjað. Ætlandi er vatninnspræningin komin uppá pláss aftur seinni í ár, og framleiðslan frá báðum framleiðslubrunnunum komin í gongd aftur.
Nummar tvey vatninnspræningarbrunnur skal borast á Ettrick leiðini. Væntandi verður borðurin settur í síðst í 2011 ella fyrst í 2012.
Útbyggingin av Blackbird leiðini gongur væl, og fyristøðufelagið væntar at framleiðslan kann byrja í 4. ársfjórðingi í 2011.
Útbyggingarætlanin fyri Perth leiðina varð latin mynduleikunum 30. september 2011. Útbyggingarloyvið fæst væntandi um einar 6 mánaðir. Í fyrsta útbyggingarstigið er ætlanin at knýta tríggjar framleiðslubrunnar og tveir vatninnspræningarbrunnar í eina flótandi framleiðslu- og goymslueind (FPSO).
Boringin av leitingarbrunninum í Orchid miðinum í bretska loyvinum P.1556, ið ætlandi skuldi borast í oktober, er útsett til í desember 2011 orsakað av at pallurin er seinkaður. Atlantic Petroleum eigur 10% í loyvinum.
Beinleiðis netframløga
Sum áður fráboðað verður beinleiðis netframløga mikudagin 2. november kl. 13:00 føroyska tíð. Høvið verður eisini at ringja inn og seta spurningar beinleiðis.
Um tú ynskir at hyggja eftir beinleiðis framløguni, far inn á okkara heimasíðu www.petroleum.fo stutt áðrenn byrjan og vel ‘Live webcast’ ið liggur á forsíðuni. Neyðugt er at hava Adobe Flash Player á telduni. Forritið kann takast niður her: http://get.adobe.com/flashplayer/
Ynskir tú bert at lurta eftir framløguni ígjøgnum telefon, ella vilt tú hava møguleika fyri at seta spurningar skalt tú ringja tlf 0045 701 404 53 áðrenn framløgan byrjar.
Framløgan verður seinni løgd á okkara heimasíðu undir Investor Relations/Presentations & Webcasts/. Her ber eisini til at síggja eldri framløgur hjá felagnum.