Ragnar Kjartansson - nøkur verk

Leygardagin 15. juni kl. 16.00 - 18.00

Innbjóðing
Tit eru boðin í Norðurlandahúsið leygardagin 15. juni kl. 16.00, tá ið summarframsýningin Ragnar Kjartansson – Nøkur verk letur upp

Listamaðurin verður til staðar til upplatingina. 

Norðurlandahúsið í Føroyum sýnir verkini “Nur wer die Sehnsucht kennt” og “A lot of Sorrow” á framsýningini, sum er opin frá 15. juni til 18. august 2019. Umframt hesar verða 15 tekningar úr røðini “Omnipresent Salty Death” og videoverkið “Satan is Real” sýnd fram.

Við vón um at síggja tykkum í Norðurlandahúsinum, har vit samstundis bjóða tykkum okkurt leskiligt afturvið.

Bestu heilsanir 

Norðurlandahúsið í Føroyum