Rætturin hjá stjórum til dagpening vegna sjúku og skaða

Um dagarnar hava greinar staðið í Norðlýsinum og á Vágaportalinum um vantandi rættindi hjá stjórum til dagpening o.a. Eg haldi ikki, at støðan er haldbar hjá hesum persónum, og havi tí ynskt at gjørt nakað við málið.

Samgongan ynskir somuleiðis at skapa karmar og menna ein hugburð, sum stuðlar undir at byrja nýtt virksemi í Føroyum.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum havi eg tí lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum gevur stjórum, sum eru einsamallir í egnum feløgum, rætt til at tekna sjálvbodna trygging. Við tílíkari trygging eru teir tryggjaðir fullan dagpening, um teir gerast sjúkir ella skaddir, undir hesum um teir eru fyri arbeiðsskaða.

Í dag fevnir dagpeningalógin um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi afturat sær. Hevur ein persónur rætt til løn ella aðra veiting undir sjúku v.m., fær viðkomandi ikki dagpening. Tað kann t.d. vera ein lærari ella eitt bankafólk, og tá ber arbeiðsgevarin allan kostnaðin.

Øll sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna eina sjálvbodna trygging, sum tryggjar teimum fulla dagpeningaupphædd, um tey eru fyri sjúku ella skaða.

Er ein persónur stjóri, er hann ikki sjálvstøðugt vinnurekandi, tí virkið ikki er persónligt, men liggur í t.d. einum smápartafelag. Persónurin kemur heldur ikki undir at vera løntakari, sum ger ásett arbeiði fyri ein arbeiðsgevara. Vanliga verður roknað við, at ein stjóri sjálvur kann gera av, um hann hevur rætt til løn undir sjúku v.m.

Hóast tað í veruleikanum ofta mest sum eingin munur er á virkinum hjá tí sjálvstøðuga vinnurekandi og tí, sum er stjóri í egnum felag, er stjórin ikki fevndur av dagpeningalógini og kann ikki tekna sær eina sjálvbodna trygging.

Verður uppskotið, ið eg havi lagt fyri Løgtingið, samtykt, kunnu stjórar, sum eru einsamallir í egnum feløgum tekna trygging sambært dagpeningalógini og tryggja sær fullan dagpening, um teir verða sjúkir ella skaddir. Fyriskipanin verður eftirmett um 2 ár fyri at síggja, hvussu skipanin virkar, og um hon skal víðkast til at fevna um stjórar í feløgum við fleiri starvsfólkum.

Eyðgunn Samuelsen