Málið var fyri hósdagin 26. januar 2012, men er nú útsett. Mamman, sum eftirfylgjandi ikki verður mett egnað at hava síni egnu børn, hevði játtað seg seka í burturflytingini, men broytti meining, og tí er hetta gølumál útsett fyri at føra vitnir í málinum!?
Jesper Dahlin, meldaði sambúgvan fyri at hava burturflutt børnini úr Ålborg til Føroyar í 2010. Henda barnaverndargølan var fyrst avdúkað í Oyggjatíðindum, men nú hava danskir fjølmiðlar fingið áhuga í hesum prinsipiella málinum, sum byrjaði við, at mamman rændi børnini.
Fakta er, at talan er um tvey børn – tveir dreingir. Pápin hevði fullan foreldramyndugleika yvir eldra dreinginum, meðan tey høvdu felags foreldramyndugleika yvir yngra dreinginum.
Samstundis, sum fútin leggur seg á málið, stevnir mamman pápanum við kravi um, at hon skal hava fullan foreldramyndugleika yvir børnunum. Hon grundgav, at pápin var ikki egnaður. Pápin verður kannaður, og tað vísti seg, at hann, sambært serfrøðingakanning, hevði fullan førleika at taka sær av børnunum.
Meðan rætturin situr, verða børnini tikin frá mammuni, sum ikki verður mett hava førleika, sum foreldur. Børnini koma til fosturfamilju í Kollafirði. Barnaverndini noktar at útflýggja børnini, tó at, fyrst Føroya rættur, og seinni Landsrætturin, døma, at pápin skal hava fullan foreldramyndugleika yvir báðum børnunum. Hóast dómarnir byggja á kanningar, sum staðfesta, at pápin er egnaður, sum foreldur, setir Barnaverndin nýggj krøv um kanningar av pápanum, ið ikki kann metast sum annað enn grovur ágangur í móti børnunum, sum sostatt bæði verða hildin frá mammuni, og frá pápanum.
Tað eru ongar sakligar grundgevingar fyri, at børnini ikki skulu kunna sendast til pápan í Danmark. Børnini vóru ólógliga burturflutt, og síðani hevur pápin fingið fullan foreldramyndugleika. Hóast Ålborg kommune hevur sagt seg til reiðar at taka í móti børnunum, hevur Barnaverndin sett seg í móti hesum. Hetta tænir ikki børnunum.
Tað, sum nú sýnist liggja í kortunum er, at mamman, sum hevði viðurkent seg seka í burturflytingini hevur broytt støðu. Málið er útsett, tí vitnir skulu førast. Ætlanin er sostatt, at føra somu sjónarmið fram í móti pápanum, sum ikki eydnaðist í rættinum. Hetta er ikki bara ein barnaverndargøla, men eitt sirkus, sum gongur út uppá, at halda børnunum frá foreldrunum.
Sostatt sýnist ikki at vera nakað endamál við hesi barnaverndargølu, enn at gjalda pleygufamiljum løn fyri at ansa børnum, og so sjálvandi eisini, at gjalda advokatum fyri at endurtaka eina skuggaboksing nakrar ferðir.
Tað óhugnaliga er, at rændu børnini skulu ikki hava rætt til síni egnu foreldur. Hetta er skammiligt, og heilt víst nakað fyri ST.
Og hvar er Amnesty í øllum hesum hurlivasanum?