Ráðstevna um fiskivinnupolitikk

Ráðstevnan ”Fiskivinnupolitikkur Føroya”, sum verður í Norðurlandahúsinum 4. apríl, viðger fleiri viðkomandi evnir, bæði lívfrøðilig og búskaparlig. Fyrilestrahaldararnir koma úr Føroyum, Danmark, Íslandi og USA. 

Ráðstevnan er ein íblástur til arbeiðið at skipa ein nýggjan fiskivinnupolitikk í Føroyum, og eru tað Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan og Norðurlandahúsið sum skipa fyri ráðstevnuni. Skráin sæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: http://www.nlh.fo/