Týsdagin 24. mai, kl. 8:45 til 16:15 verður almenn ráðstevna, har rúsevnismisnýtsla verður sett á breddan. Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík
Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð.
Á ráðstevnuna verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:
Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?
Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleiki?
Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini úr ymiskum sjónarhornum og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.
Les alla skránna her
Luttøka á ráðstevnuni er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til við at senda ein teldupost til jennyt@tinganes.fo