Ráðstevna fyri børn og ung í Keypmannahavn um barnarættindi

Ert tú millum 12 og 16 ár, og hevur tú hug at hava ávirkan á tíni rættindi, so er hetta nakað fyri teg.

Tann 16. januar 2020 skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn har børn og ung úr øllum Norðurlondum fara at luttaka. Eisini børn og ung úr Føroyum.

Ráðstevnan verður hildin, tí Barnarættindasáttmálin hjá ST fyllir 30 ár. Evnið á ráðstevnuna er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, ið viðkoma teimum. 

Tey føroysku børnini, sum fara at luttaka á ráðstevnuni, skulu hittast her í Føroyum í oktober/november mánað. Her fara tey, saman við royndum vaksnum, at arbeiða við evninum og koma við tilmælum um, hvussu vit tryggja:

1. at øll børn og ung kenna síni rættindi.

2. at øll børn og ung verða hoyrd og tikin við upp á ráð bæði í familjuni, í skúlanum, í frítíðini og í lokalsamfelagnum.

Vit fara til Keypmannahavnar tann 15. januar 2020, har vit fara at leggja okkara tilmæli fram á ráðstevnuni, og koma heim aftur tann 17. januar 2020.

Tað kostar einki at verða við.

Kundi tú hugsa tær at verðið við, vinaliga send okkum eina umsókn til jenny@mmr.fo innan 30. september 2019.

Innbjóðingin kann lesast herReadSpeaker