Ráðgevarablaðið: Arkitekturur skapar stórt meirvirði

Tað er umráðandi at vísa, hvussu stórt meirvirði góður arkitekturur í veruleikanum skapar, heldur stjórin í EYA, Eyðun Eliasen.
Hjá nógvum er virðið í einum bygningi oftast mett eftir primeru funktiónini og byggikostnaðinum.
 

Fleiri hugsa ikki um, at væl úr hondum greiddir bygningar ofta hava nógv breiðari funktión, brúkaraflatu og nýtslumøguleikar enn tað, teir fyrst og fremst vóru ætlaðir til. Til dømis at teir kunnu spara orku, minka talið á sjúkradøgum, eggja ungfólki at útbúgva seg og fáa ferðafólk til landið. 

Virði og vinningur

Felagið hjá donskum arkitektafyritøkum hevur í eina tíð sett ljóskastaran á meirvirðið í arkitekturinum og hevur á síni heimasíðu savnað fleiri dømi um, hvussu arkitekturur skapar virði og vinning fyri byggiharra, brúkara og samfelag. 

Hetta er eitt mótrák til gongdina seinastu árini, har bygging í ov stóran mun hevur snúð seg um byggitíð og kostnað, sigur Eyðun Eliasen, arkitektur og stjóri í arkitektafyritøkuni, EYA. 

Sjálvandi eru pengarnir ikki óavmarkaðir, men kommunur, land og byggiharrar kunnu hava lyndi til at gloyma alt tað, tey kunnu fáa fyri pengarnar, um tey lova arkitektum og teirra samstarvsfelagum at levera sítt besta, heldur Eyðun Eliasen. 

Fleiri funktiónir

Vit skulu hava fleiri multifunktionellar loysnir, sigur hann og nevnir brennistøðina á Amager við skíðbrekkuni á takinum sum eitt spennandi dømi um arkitektur við meirvirði. Eisini konsertbygningurin Harpa í Reykjavík og Operahúsið í Oslo eru áhugaverd, tí tey geva meirvirði við at draga nógv ferðafólk til sín og til býirnar. 

Góð dømi herheima eru býráðshúsini í Eysturkommunu, har fólk kunnu spáka uppi á takinum at njóta útsýnið, og takið á Skúlanum á Fløtum við gøtu og terrassu. Takið er ein upplagdur og spennandi møguleiki, sum sjálvandi má sniðgevast til føroyska veðurlagið. 

Leinki til Ráðgevarablaðið