Radarin er ætlaður tyrlunum í bjargingarátøkum

Radarin hjá Atlantic Airways, sum var umrøddur í Degi og Viku
fríggjakvøldið, er fyrst og fremst ætlaður at økja tryggleikan, tá tyrlurnar
verða kallaðar út til bjargingarátøk í illveðri. Tí eigur hvørki rutuflúgvingin
hjá flogførum ella tyrlum at knýtast upp í hetta málið

Rættleiðing frá Atlantic Airways, mánadagur 15. oktober 2018: 



Atlantic Airways hevur keypt ein radara, sum skal økja um trygdina, tá
tyrlurnar verða kallaðar út til bjargingarátøk í ringum veðri. Hesin radarin
var umrøddur í einum innslagi í Degi og Viku fríggjakvøldið 12. oktober kl.
19.00, men innslagið hevur tíverri elvt til nakrar misskiljingar, sum Atlantic
Airways við hesum loyvir sær at rætta.



Innslagið tekur støði í einari frágreiðing frá veðurmenningarbólkinum,
har radarin verður umrøddur. Tíverri kemur ikki greitt fram í innslagnum, at radarin
er ætlaður at økja um trygdina, tá ið tyrlurnar skulu út í bjargingarørindum.
Innslagið gevur ístaðin ta fatan, at tørvur er á radaranum til rutu-flúgvingina
hjá bæði flogførum og tyrlum. Hetta er skeivt, tí øll rutuflúgving bæði við
tyrlum og flogførum verður avlýst, tá ivaveður er.