Ráð fyri rørslutarnað

Komandi tíðina fari eg at virka fyri, at Tórshavnar kommuna fær eitt sonevnt "Handikapráð” (málnevndin átti at funnið okkum eitt hóskandi navn). Handikappráð eru vanlig uttanlands – eitt nú í DK.


Eitt slikt ráð kundi verið til stóran fyrimun fyri fólk við skerdum førleikum. Ráðið kundi tosa teirra sak og soleiðis eisini ávirka førda politikkin – teimum til fyrimuns. Ráðið kundi natúrliga verið knýtt at sosialu deild og partsvís eisini verið mannað við kommunustýrislimum.


Hetta er so eitt. Annað er, at stórur tørvur eisini er á einum ráði, ið virkar fyri betri umstøðum fyri ungdómi okkara. Her er avgjørt nakað at arbeiða víðari við. Tiverri tikist tað, at vera ringt at fáa slík ráð vald og at gerast virkin í samfelagnum.


Eitt er makrelsemjur, makrelbyti, deplar o.a. Politiski áhugin í Føroyum má eisini síggja tørvin á teimum bleytu virðunum. Menning og framburður verður eisini skaptur, tá vit tora at spyrja, hvussu fólki hevur tað og hvat kann gerast betri. Eg ætli mær í hvussu er innan kommunalpolitik her í høvuðsstaðnum at virka fyri betri umstøðum hjá teimum, ið hava serligan tørv.


Eg fari tí í næstum at arbeida fyri, at Tòrshavnar kommuna fær skipað eitt sokallað "Ráð fyri rørðslutarnað".


Eitt slíkt ”Ráð fyri rørslutarnað" er til stór gagn hjá folki við skerdum førleikum. Ráðið fer at menna møguleikarnar hjá rørslutarnaðum at koma til orðanna og at seta sína avirkan á førda politikkin.


Skipanin av ráðnum


Eg mæli til, at ráðið m.a. verður skipað soleiðis, at politisk umboð fyri kommunur eru nevndarlimir, umframt sjálvandi umboð fyri Javna, MBF og Føroya Pedagogfelag.


Somuleiðis mæli eg til, at ráðið verður eitt málsøki undir Sosialunevnd býráðsins.


Tey bleytu virðini


Ein yvirskipað heildarætlan má gerast, sum umfatar børn og ung, rørðslu, menningartarnað osv, sum harvið umboðar tey bleytu virðini. Eg sakni eisini ein skipan, sum hevur sum politiskt mál at hava alstórt atlit teimum veiku í samfelagnum. Hugsjónir um, hvussu kommunan varðar av teimum veiku. Hugsjónir, sum verða lagdar í tryggar karmar, teimum veiku at gagni.


Tiverri tykist tað at vera toført at fáa slík ráð sett á stovn og at virka eftir ætlanini. Tey bleytu virðini verða tíverri ofta sett í aftastu røð.


Men allar góðar kreftir mugu finna saman um hetta ráðið, at fáa tað sett á stovn – og at fáa tað at virka eftir ætlan!


Møguleikar eru eisini at leggja fleiri ráð saman, sum umboða tey bleytu virðini.


Ungdómsráð og onnur ráð Somuleidis er eitt "Ungdómsrað" harðliga tiltrongt í Tórshavnar kommunu, so at ungdómurin týðiligari verður hoyrdur, enn meira enn hann er nú, so at eisini hann fær møguleikan til at seta sína ávirkan á politikkin.


Eg havi góðar royndir við at slík ráð vera hoyrd. M.a. haldi eg, at td. Ferðslunevndin, Eldraráðið og tær staðbundnu nevndirnar verða hoyrdar, og eru tær alneyðugar fyri folkið og nærdemokratiið.


Uppskotið fyri býráðið


Eg fari í næstum at leggja uppskotið um ”Ráð fyri røslutarnað” fyri býráðið í Tórshavnar kommunu til politiska støðutakan og til umsitingina at arbeiða við. Ja, her er avgjørt nakað at arbeiða við hjá Tórshavnar kommunu!


Levi Mørk


limur í Tórshavnar býráð


• Sí her leinkju til Handicaprådet hjá Struer Kommunu:


http://www.struer.dk/webtop/site.aspx?p=12263


• Les meira: www.levimork.com


• Á mínari App: http://itunes.apple.com/us/app/levi-m-rk-s-app/id523428109?mt=8&ls=1