PUMPUSKIPANIN Á KONGABRÚNNI VERÐUR DAGFØRD
Í samband við arbeiðið at dagføra kloakkirnar í Tórshavnar Kommunu verða parkeringsbásarnir á Kongabrúnni avsperraðir, meðan arbeiðið fer fram.
Arbeiðið fevnir um at dagføra pumpuskipanina, sum er partur av, at eystara vág er rein og frí fyri kloakk.
Verandi pumpubrunnar eru niðursettir miðskeiðis í 80-unum og eru pumpurnar gamlar og slitnar.
Arbeiðið fevnir um grevstrar- og tyrvingarbeiði við niðurseting av nýggjum pumpubrunni.
Arbeiðið byrjar 25.mars 2015 væntast at vara í 7 vikur og arbeiðstakari er Maskinkoyring Entreprenørar v/ Karl Patursson.
Vanlig ferðsla úr Tinganesi verður tarnað minst møguligt fram við arbeiðsøkinum, meðan arbeiðið er í gongd.
Prosjekterandi er Martin E. Leo,
Høvuðsarbeiðstakari er Maskinkoyring Entrepenørar
EL- og pumpur arbeiðstøka: Install
Tórshavnar Kommuna