Prógvini hjá ákæruvaldinum fyllaði sundur

Úr arkivinum: Nú sokallaða Pidda-gølan er komin í helvt, er stundin komin at hyggja eftir tí, sum ákæruvaldið hevur lagt fram, sum tey siga, undirbyggir, at kroatin drap Pidda hósnáttina/fríggjamorgunin 4. november 2011, men tað sær svart út, skilst. Grein í Oyggjatíðindum, fríggjadagin 16. november 2012:


Vit vita, at Piddi og ein vinmaður, fáa sær ein betri bita, hóskvøldið, 3. november 2011. Vinmaðurin hevur vitnað, at tá hann fer av Gerðisvegi hetta kvøldið, ella um náttina, fríggjamorgun, 4. november 2011, er Dánjal Petur Hansen, Piddi, sovnaður á sofuni í stovuni, tó at løgreglan pástendur, at Piddi er dripin í songini.


Sum tað er komið fram, so hevur vinmaðurin hjá Pidda givið honum eitt telefonnummar hjá kenningi, sum er í Noregi. Hesin kenningur váttar, at hann varð uppringdur av einum, sum hildið var, kundi vera Piddi, men var tað Piddi, sum mumlaði okkurt volapyk í hinum endanum, sum onki fantilsi var í, ella kanska var tað onkur annar?


Tað einasta, sum er staðfest er, at tað var telefonin hjá Pidda, ið ringdi til Noregs hesa náttina, men ein fartelefon kann ferðast, sum vit eisini fáa staðfest seinni.


Kroatin hevur greitt frá, at hann til umleið klokkan 02:00, hevði koyrt runt við dóttir Duritu, sum lærdi seg at koyra bil, men tað er prógvað, at hann hevur logið um, at hann svav hjá Duritu, og vaknaði, tá Skoda-Fabia fór úr túninum.


Hinvegin er tað rættiliga greitt,ella meira sannlíkt, at Durita hevði lagt kroatan á ís, og at tey bara høvdu samband gjøgnum telefon, facebook, ella sms-aðu ímillum sín. Tað kundi saktans hava nakað at gera við, at Durita var ótolin, vildi hava okkurt at búgva í, sum kroatin ógvuliga kroystur, ikki var førur fyri at tryggja henni, sum vit kenna frá øllum lygnunum, hann síðani serveraði.


Men tað er lítið at ivast í, at hesin kroatiski hanin var skotin í Duritu, sum onkusvegna eisini vísti honum eggjandi álit, t.d. tá hon avtalaði við kroatan, at hann skuldi koyra børnini í skúla fríggjamorgunin 4. november 2011.


Tá ið kroatin hevði sett dóttir Duritu av, er tað sannlíkt, at kroatin hevur bíðað uttanfyri – kanska tí at hann vildi vita hvør var og vitjaði Duritu, sum, fáa vit seinni at vita, hevði gestir. Kroatin hevur givið verið svartsjúkur (sjalu), tí hann var ógvuliga býttur í kvinnuni.


Kortini gongur ikki long tíð til Skoda-Fabia bilurin fer úr túninum, og tá er tað, at kroatin sigur seg velja, at elta bilin. Í rættinum hevur tann ákærdi greitt frá, at trý fólk vóru í bilinum, men hann sá ikki hvør. Vit hava hoyrt, at hann eltir Skoda-Fabia bilin til tunnilsmunnan í Leirvík, men koyrir ikki inn í tunnilin. Hann velur at bíða, og orsøkin sigur hann vera, at tað er lítið bensin á bilinum.


Hann velur at bíða uttanfyri tunnilin, til bilurin kemur útaftur. Kroatin varnast, at tá Skoda-Fabia bilurin kemur úr aftur Norðoyatunnlinum, eru bert tveir persónar í bilinum. Ein persónur var farin av.


Lat okkum so dvølja við júst hesa støðuna, tí upplýsingar vísa, at videotól eru uppsett bæði við munnan og gjøgnum tunnilin, og at hesar upptøkur bæði eru teldutøkar hjá P/F Norðoyatunnlinum, og hjá løgregluni.


Eitt annað kent fyribrigdi í tunnilstrafikkinum, staðfestir P/F Norðoyatunnilin eisini, at bilar koyra inn í tunnilin, men seta fólk av uttan at koyra til klaksvíkar fyri at sleppa undan gjaldsskipanini, og so venda bilarnir aftur til Leirvíkar.


Spyrjast kann hví løgreglan ikki hevur tryggja sær videoupptøkurnar frá hesum túrinum. Tað vildi avdúka hvør persónurin var, sum fór av í tunnlinum?


Løgreglan hevur heldur ikki tryggja sær teknisku fartelefon-prógvini frá persónum, sum kundu hugsast at vera í Skoda-Fabia bilinum. Løgreglan veit, at Durita eigur bilin, og tá kroatin sigur seg hava koyrt aftaná, so hevur ákæruvaldið eina óhefta skyldu at kanna júst hesar umstøðurnar, men hetta er so ikki gjørt enn.


Tað, sum so heldur ikki er so lítið undrunarvert er, at Kroatin upplýsir, at ein persónur er farin úr Skoda-Fabia bilinum, tá hann kemur aftur til Leirvíkar, og at ein annar persónur fer úr bilinum við Skipanes. Síðani koyrir Skoda-Fabia bilurin útaftur á Toftir, og bilurin verður settir aftur í túnið.


Hvat síðani er hent, kann somuleiðis fylgjast, tí løgreglan hevur sjálvt prógvað, at Durita ynskir kroatanum eina góða nátt, og tá er klokkan 04:00 um náttina, fríggjamorgun 4. november 2011.


Vit kunnu staðfesta, at løgreglan sjálv kann prógva, um hon vil, at kroatin hevur alibi fram til klokkan 04:00, men tá kroatin hevur sagt seg ikki at hava nokk av brennievni á bilinum til at koyra inn í Norðoyatunnilin, mugu vit ganga út frá, at hann – um hann skal koyra av Nesi og til Gerðisveg í Runavík at gera av við Pidda, hevur brúk fyri at keypa bensin.


Havast skal eisini í huganum, at Durita sigur góða nátt við kroatan á Facebook, sum skal vera til reiðar at koyra børnini í skúla klokkan 08:00. Sostatt hevur kroatin minni enn fýra tímar, at gera av við Pidda, og beina hann av vegnum, men skal kortini at vera til reiðar at koyra børnini í skúla.


Tað vildi klætt løgregluni, at útvega teknisku prógvini fyri hesum, ella eisini at prógva, at kroatin ikki keypti bensin á bilin fríggjamorgunin, áðrenn bensinstøðin lat upp. Hevði hann visa-kort at keypa við? Alt hetta kann saktans og uttan hóvasták kannast, men tað hevur løgreglan so valt ikki at gera.


Tað er próvfast, at kroatin koyrdi børnini hjá Duritu í skúla klokkan 08:00 – t.v.s., at hevur hann sovið, sum hann sjálvur hevur ført fram, so hevur hann fingið hvíld í tríggjar tímar. Hevur kroatin hinvegin, so sum løgreglan pástendur, verið upptikin av at beina fyri Pidda um náttina, so hevur hann ikki verið serliga tespiligur at sæð uppá, tá hann skuldi koyra børnini í skúla klokkan átta. Hví hevur løgreglan ikki fingið lýst hesi viðurskiftir?


Kroatin koyrir børnini hjá Duritu í skúla fríggjamorgunin 4. november 2011 í Skoda-Fabia bilinum hjá Duritu, sum hann segði seg koyra aftaná um náttina. Tá ið kroatin hevði koyrt børnini í skúla, koyrir hann inn í Norðoyatunnilin.


Hann sigur sjálvur, at hann koyrir so langt inn, sum hann metir, at Skoda-Fabia bilurin hevði verið um náttina. Hann hevur eisini upplýst fyri rættinum, at hann sá nakað, sum hann helt vera ein blóðplett, sum seinni er váttað av løgregluni skal vera blóð frá Pidda, og eisini, at ein skógvur hjá Pidda skal vera funnin í tunnlinum.


Tað, sum kann vera so sera áhugavert nú er, at ákæruvaldið heldur uppá, at telefonin hjá Pidda er í Skoda-Fabia-bilinum hendan morgunin. Ákæruvaldið kundi kannað umstøðurnar við Skoda-Fabia bilinum um náttina.


Tá ið kroatin sigur seg ikki hava koyrt í Skoda-Fabia bilinum um náttina, men bara hevði elt hendan bilin í sínum egna Fordi, so átti tað at álagt løgregluni, at kanna hvørjir aðrir persónar kundi hugsast at vera í Skoda-Fabia bilinum hesa náttina, um ikki annað so fyri at staðfesta og harvið prógvað sín pástand, tí vit leggja merki til, at meðan teknisku prógvini vísa, at Piddi er inni í tunnlinum, verður upplýst, at onnur teknisk prógv vísa, at kroatin er við tunnilin, og fær signal frá Støðlafjalli, meðan Pidda´sa telefon hesa somu náttina, fær signalið frá aðrari mastur nærhendis tunnlinum.


Løgreglan veit, at Durita eigur bilin, og átti tí fyrst og fremst at leggja fram teknisk prógv fyri, at Durita ella onnur í hennara húski, vóru ikki í bilinum hesa náttina, men tað velur løgreglan ikki at gera, og tað undrar almikið, tí tað er Durita, sum eigur bilin.


Men vit vita, at fartelefonirnar hjá Pidda, sambært løgregluni, lógu í Skoda-Fabia bilinum um náttina, og spurningurin er so um kroatin – uttan at vita tað, knappliga lá og koyrdi runt við fartelefonunum hjá Pidda, tá hann skuldi koyra børnini í skúla í sama bili.


Fartelefonirnar hjá Pidda kunnu saktans hava ligið í bilinum hjá Duritu frá túrinum um náttina.


Tað má vera ógvuliga umráðandi hjá verjanum at krevja teknisku prógvini uppá hvat hendi inni í tunnlinum, hvør persónur fór av inni í tunnlinum. Her kunnu myndir útvegast. Eisini ber tað til at finna útav, hvør fór av á Skipanesi, og hvørjar aðrar fartelefonir vóru í Norðoyatunnlinum hósnáttina ella fríggjamorgunin, 4. november 2011.


Og hvussu sannlíkt er tað, at kroatin fríggjamorgunin 4. november 2011, koyrir børnini í skúla klokkan 08:00, og síðani skal vera farin á Gerðisveg í Runavík, at heinta líkið av Pidda – aftaná, at náttarmyrkrið er farið, og bjartasta morgunljósið er komið undan?


Tað hongur heldur ikki serliga væl saman. Ein stórur trupulleiki er, at pógvini hjá ákæruvaldinum, eru fylaði sundur, meðan sannlíkt er, at verjin heldur bikki ger tað, hann eigur at gera í so álvarsomum máli.


Fleiri áhugaverdar greinar í blaðnum komandi fríggjadag.