Príslækking

Á seinasta nevndarfundi, samtyktu nevndirnar í P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, at lækka prísirnar við 8 til 10% fyri avsláttarskipanunum í báðum tunlunum.


Nevnd og stjórn endurskoða við jøvnum millumbili gjøldini fyri at koyra gjøgnum tunlarnar. Broytingin í ferðsluni og rakstrinum tey seinnu árini, og fíggjarligu útlitini hjá feløgunum fyri komandi ár, geva grundarlag fyri at broyta prísirnar.


Í Norðoyatunlinum væntast miðalferðslan í 2011 at vera 2.000 akfør um samdøgrið. Í 2010 koyrdu 1.938 akfør um samdøgrið.


Í Vágatunlinum væntast ein miðalferðsla pr. døgn á 1.624 akfør, í mun til 1.591 í 2010.


Í fíggjarætlanunum sum eru lagdar í báðum feløgunum fyri 2012, vænta feløgini, at ferðslan verður á sama støði sum í 2011, t.v.s. íalt 730.000 akfør í Norðoyatunlinum og 593.000 akfør í Vágatunlinum.


Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava tí samtykt hesar broytingar í avsláttarskipanunum, at koma í gildi frá 1. januar 2012:


• Prísurin fyri koyring við 40 túra kubba til akfør upp til 3500 kg, styttri enn 6 m, verður broyttur frá 65 kr/túr til 58,50 kr/túr, ella úr kr. 2.600 til kr. 2.340 fyri 40 túrar.


• Prísurin fyri koyring við 20 túra kubba til akfør upp til 3500 kg, styttri enn 6 m, verður broyttur frá 78 kr/túr til 71,50 kr/túr, ella úr kr. 1.560 til kr. 1.430 fyri 20 túrar.


• Prísurin fyri koyring við 20, 40 og 100 túra kubba, til akfør millum 6 m og 12,4 m, verður broyttur frá 210,00 kr/túr til 192,50 kr/túr.


• Prísurin fyri koyring við 20, 40 og 100 túra kubba, til akfør yvir 12,5 m, verður broyttur frá 318,00 kr/túr til 291,50 kr/túr.


• Mánaðaravslátturin sum varð latin privatkundum við 40 túra haldi, sum koyrdu meira enn 20 túrar í einum kalendaramánaða, fellur burtur.


Lækkingin svarar til, at prísurin fyri 40 túra kubbar til persónbilar lækkar við 10%, og prísurin fyri 20 túra kubbar lækkar við 8,3%. Størru vinnuakførini; lastbilar, trailarar og bussar, fáa eina lækking á 8,3%, við 20, 40 og 100 túra kubbum. Treytað av at ferðslan verður tann sama sum í ár, vænta feløgini at inntøkurnar lækka við umleið kr. 1 mió. í hvørjum felag, eftir at prísbroytingarnar eru settar í verk.