Prísirnir broytast soleiðis:
·
Prísurin fyri hvønn túrin við túrahaldi lækkar úr 25 krónum niður í 20
krónur, svarandi til eina lækking uppá 20%. Hereftir ber til at ogna sær
20-túrahald til persónbil fyri kr. 400,-, 40-túrahald fyri kr. 800,- og 200
túrar fyri kr. 4.000,-.
Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.
Galdandi frá 1/8-2018 | Stakir 1 t/r | Lítið 20 | Miðal 40 | Stórt | Árshald |
Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m | 100 kr | 400 kr 20 | 800 kr. 20 | 200 4.000 20 | 6.000 500 |
Akfør yvir 6 m. (bussar,lastvognar) | 300 kr. | 2.000 100 | 4.000 100 | 100 10.000 100 |
Ferðslan økist alsamt, og fyrstu 6 mánaðirnar í ár er vøksturin í báðum
tunlum 7% í mun til somu tíð í fjør. Við óbroyttum ferðslutølum vildi
prísbroytingin kosta feløgunum knappar 3,3 mió. kr. í minni inntøku. Økist
ferðslan tað sama restina av árinum sum fyrstu seks mánaðirnar, vænta feløgini
at kostnaðurin av at lækka prísirnar verður áleið 1 mió. kr.
Tekna hald og spar 80%!
Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum
hava túrahald, og teimum sum gjalda fyri stakar túrar. Við túrahaldi kann ein
persónbilur koyra 5 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar
fyri stakan túr. Uttan túrahald (til persónbil) er kostnaðurin framvegis kr.
100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo– ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast
fyri kr. 400, kr. 800 ella kr. 4.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella
200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri, hvussu leingi eitt
hald er galdandi.