Príslækking í undirsjóvartunlunum

Prísirnir broytast soleiðis:



·         Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar
16,7%, úr 30 krónum niður í 25 krónur. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald
fyri kr. 500,-, 40-túrahald kr. 1.000,-.



·         Hald til akfør longur enn 6 metrar.
Prísurin  lækkar 25,9%, úr kr. 135 niður í kr. 100 fyri hvønn túrin



·         Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera
óbroyttir.



Eftir hesum
broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.
































Galdandi frá


1/8-2017



Stakir túrar


1 t/r



Lítið hald


20 túrar



Miðal hald


40 túrar



Stórt hald


 



Árshald



Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m



 


100 kr



 


500 kr


25 kr/túr



 


1.000 kr.


25 kr/túr



200 túrar


5.000 kr.


25 kr/túr



 


6.000 kr


500 kr./mánaðin



 


Akfør yvir 6 m.


(bussar,lastvognar)


  



 


300 kr.



 


2.000 kr


100 kr/túr



 


4.000 kr


100 kr/túr



100 túrar


10.000 kr


100 kr/túr



 




Prísbroytingarnar
fara væntandi at kosta báðum feløgunum knappar 5 mió. kr. í minni inntøku.



Tekna hald og
spar 75%!



 Príslækkingarnar
økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald, og teimum
sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 4 ferðir gjøgnum
tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Uttan hald (persónbil)
er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann
ognast fyri kr. 500, kr. 1.000 ella kr. 5.000 og tá kann koyrast ávikavist 20,
40 ella 200 ferðir í tunlunum. 

Tað er eingin tíðaravmarking fyri hvussu leingi
eitt hald er galdandi.