Poul Michelsen spyr løgmann

1. Virkar lógin sambært hesum endamáli og anda?


2. Hevur landsstýrismaðurin nakra vitan um, ella kann tað hugsast, at tann útlendski triðingurin – umvegis seravtalur, lán, leiguavtalur ella aðrar bindingar - ræður fult ella partvíst yvir tí føroyska partinum sum heild ella í sambandi við einstakar avgerðir, dispositiónir o.tíl. í onkrum av feløgunum?


3. Sambært § 7, stk 4 í lógini kann “landsstýrismaðurin krevja upplýsingar ogváttanir frá nevndarlimum, stjórn, eigarum,ráðgevum, fíggingarstovnum v.m.”. Verður hetta nakrantíð gjørt í sambandi við spurningar um útlendskan ræðisrætt í feløgum við føroyskum fiskiloyvi?


4. Hvør hevur sum heild eftirlit við hesum viðurskiftum?


Viðmerkingar


Lógin um vinnuligan fiskiskap loyvir útlendingum at eiga í og ráða yvir í mesta lagi einum triðingi í fyritøkum, sum hava føroyskt fiskiloyvi.


Tá táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum 18. apríl 2007 legði fyri tingið uppskot um at herða ásetingarnar um útlendskan ognarlut, var tað sambært landsstýrismanninum ”fyri at tryggja, at fiskirættindini framhaldandi verða undir føroyskum ræði”. Hann metti tað vera neyðugt, at “herða treytirnar í sjálvari lógini um vinnuligan fiskiskap til føroyska og útlendska partin við ásetingini um kravda nevndarumboðan og áseting um vinningsbýti.” Harafturat varð staðfest, at “tað, sum Fiskimálaráðið skal tryggja, er, at minst 2/3 av áhugamálunum, sum standa fyri eini ætlan, eru føroysk, og at føroyski eigarin veruliga hevur 2/3 av avgerðarrættinum í felagnum.”


Við tilvísing til hetta endamál og hendan andan í lógarbroytingini, setir undirritaði løgmanni hesar spurningar.Fyrispurningur til løgmann um útlendsk eigaraviðurskifti í føroysku fiskivinnuni.