Postkortið 150 ár
Í ár verður postkortið 150 ár. Tað fyrsta postkortið varð sent úr Eysturríki til Ungarn tann 1. oktober 1869, og síðan hava fólk í øllum heiminum sent postkort til familju og vinfólk.
Dagurin verður hátíðarhildin kring allan heim – eisini á Posta, har vit bjóða tær at senda eitt vakurt postkort til ein av tínum kæru. Vit seta tekstin í og postkortið verður stemplað tann 01.10.2019.
Tað er lætt at bíleggja - legg vøruna í kurvina og fylg vegleiðingini. Minst til at seta navnið á móttakaranum í viðmerkingarteigin. Um onki navn stendur har, verður postkortið sent til tín egna bústað.
Teksturin niðanfyri verður settur í og vit senda síðan postkortið fyri teg. Øll, sum bíleggja eru við í lutakastinum um eitt vakurt føroyskt seyðaskinn.
Tekstur:
Góði vinur,
Eg sendi tær hesa heilsan í sambandi við at postkortið verður 150 ár tann 1. oktober 2019.
Bestu ynskir
”Títt navn”
Hetta tilboðið er bert galdandi til og við 2. oktober 2019.