Postgjaldsmerki 2020: Í hoyna

Nú hoygging upp á gamla mátan mangar staðir er farin í søguna, eru tað tó mong, sum minnast slóttumann  standa á grønum vølli sveipandi við líggja, har titandi smáfuglar pikka smáverur úr bera nýslidna vøllinum, áðrenn nývaknaðar hoyggingargentur fóru at breiða døggvátu líggjaskógvarnar um teig til turkingar, meðan tær droymdu um kærleika og kæti.

Soleiðis kundi ein terradagur ganga, til avsett var.   

Og so var tað turkilagið, har bæði maður og kona fingu sítt toyggj, tá í nýavsetta grasið bæði skuldi dragast til og heingjast skynsamt uppí. Men turkilagið  átti eisini mangan vin, tí,  var grasið fyrst komið upp at hanga, var sloppið; og hvør hevur ikki sæð kvikgongdar menn við byrðu á baki lovprísa hesum vælsignaða uppfinnilsi, meðan teir bóru burtur úr turkilagnum.    

Har turkað varð á hógvi var kæti, har bæði ung og gomul hugnaðu sær við rívu og hond í hoyna, meðan søgur vórðu sagdar og pjátrað varð við smábørn, sum her - bæði í spæli og virksemi - fingu sín fyrsta lærdóm um ein alheim, sum bæði føddi og gøddi. Hvør hevur ikki sæð og hoyrt kyllingarkonuna smádeilast við sátubarn sítt, meðan hon hampaði støðið og fekk kollin at sita, áðrenn hon legði bendil á.