Svimjarar í Havnar Svimjifelag kunnu gleða seg til at fáa ein væl skikkaðan venjara, nú nevndin í felagnum hevur gjørt sáttmála við portugisiska landsliðsvenjaran ígjøgnum seks ár, Rui Magalhães.
Tað sær út til at vera ein rættiligur fongur, at tað hevur eydnast Havnar Svimjifelag at fáa sáttmála við 46 ára gamla, Rui Magalhães, sum var tøkur á marknaðinum, eftir at hava vant portugisiska landsliðið seinastu seks árini.
Umframt landsliðsroyndir hevur nýggi venjarin drúgvar royndir sum høvuðsvenjari í Sport Algés e Dafundo (SAD) í Lissabon í heili 16 ár. Rui Magalhães, sum er bachelor í ergonomi, er fyrrverandi toppsvimjari og hevur hægstu svimjivenjaraútbúgving í Portugal.
Í sambandi við at Havnar Svimjifelag hevur havt 15 kappsvimjarar á venjingarlegu í Reykjavík seinastu vikuna, hevur nýggi venjarin verið og vitjað og eygleitt svimjararnar, tá ið hesir kappaðust á Reykjavík International Games, RIG.
Rui Magalhães byrjar í starvinum 1. februar.