Politiski fylgibólkurin til kirkjulógararbeiðið nýmannaður

Tíðindaskriv:


Politiski fylgibólkurin, ið fylgir tilgongdini at gera kirkjulóggávuna føroyska, er mannaður av nýggjum eftir valið. Nú fer landsstýrismaðurin, saman við fylgibólkinum, at leggja lunnar undir tilgongdina at gera uppskotið til lóg um størv í fólkakirkjuni liðugt.


Ein politiskur fylgibólkur, umboðandi allar flokkar á tingi, hevur fylgt við arbeiðinum at gera alla kirkjulóggávuna føroyska. Landsstýrismaðurin hevur heitt á flokkarnar á tingi um at velja limir í fylgibólkin av nýggjum eftir valið, og limirnir eru nú hesir:


Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin


Jóna Mortensen fyri Sambandsflokkin


Henrik Old fyri Javnaðarflokkin


Jógvan Skorheim fyri Sjálvstýrisflokkin


Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi


Poul Michelsen fyri Framsókn


Jenis av Rana fyri Miðflokkin


Landsstýrismaðurin fer í næstum at ráðføra seg við politiska fylgibólkin um uppskotið til lóg um størv í fólkakirkjuni, sum er komið væl áleiðis.


Lógin er um øll embæti í fólkakirkjuni, alt frá sóknarprestaembætum til mongu – oftast óløntu – uppgávurnar, ið kirkjufólk røkja.


Umframt politiska fylgibólkin er ein kirkjuligur fylgibólkur, við umboðum fyri kirkjuligu myndugleikarnar, prestafelagið og felagið fyri kirkjuráðslimir, ið hjálpir til við arbeiðinum at gera kirkjulóggávuna føroyska.


Politiska endamálið við at gera kirkjulóggávuna føroyska er ikki einans at gera reglur, ið hóska væl til føroysk viðurskifti, men eisini at finna breiðar, trygt grundaðar semjur um viðurskiftini hjá kirkjuni.


Landsstýrismaðurin fer tí nú at samskifta við fylgibólkarnar um ymisk evni, áðrenn lógaruppskotið verður lagað til. Síðan fer uppskotið til almenna hoyring og verður í samstarvi við fylgibólkarnar rættað endaliga til eftir hoyringina.


Uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið á ólavsøku.


Tórshavn, 9. januar 2011


Mentamálaráðið