Politisk undirtøka fyri skipan ið tryggjar starvsfólki feriuløn og lønarseðil

Kanningin, sum tey 13 fakfeløgini hava latið gera av byggivinnuni og um setanarviðurskiftini í hotell- og matstovuvinnuni, vísir nøkur dømi um, at arbeiðsgevarar ikki yvirhalda lógartryggjaði rættindi um at rinda út feriuløn saman við lønini.

Somuleiðis at starvsfólk ikki fáa lønarseðil, tá ið løn verður útgoldin. Politisku flokkarnir taka undir við at stramma upp við at gera tryggari mannangondir, soleiðis at lógin verður hildin.



https://starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=12&PID=18&Action=1&NewsId=608



Starvsmannafelagið