Loysingarmenn hava mangan háandi kallað ríkisveitingina fyri eina lítla pirru í føroyska búskapinum. Er hetta rætt og er tað bara tað, at pirran er har, so at teir hvørki fáa sitið ella sovið fyri henni? Ella er pirran í veruleikanum ein so stórur partur av búskapi okkara, at talan als ikki er um nakra pirru, men ein so avgerandi part av búskapinum, sum teir fyri alt í verðini vilja dylja?
Ofta hoyra vit loysingarmenn háandi kalla ríkisveitingina upp á uml. 625 mió. kr. fyri eina lítla pirru í búskapi okkara, tí hon samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna upp á uml. 13 mia. kr. er minni enn 5 %.
Er hetta rætt? Kunnu vit í heila taki samanbera eina fruminntøku, sum ríkisveitingin er, við eina bruttotjóðarúrtøku, sum er samlaða framleiðslan í einum landi, ella eiga vit heldur at samanbera hana við fíggjarlógina upp á uml. 4½ mia. kr., sum er veruliga skatta- og avgjaldsinntøkan hjá landinum umframt ríkisveitingina?
Minkar ríkisveitingin hvørja ferð vit klippa hvørjum øðrum?
Sjálvandi er hetta seinna tað rætta, tí tá samanbera vit samanberilig tøl. At minka um virðið av ríkisveitingini við at seta hana saman við tølum, sum m.a. stava frá, hvussu ofta vit klippa hvørjum øðrum, er burturvið!** Tá fáa vit heilt onnur tøl. Tá er ríkisveitingin heldur 15% enn 5 % og taka vit aðrar inntøkur, landið fær í kraft av ríkisfelagsskapinum við, sum samlað er upp á uml. 1 mia. kr., nærkast vit heili 25%, og tá er talan um veruligan avgerandi part av búskapi okkara.
So skilligt er, at hetta vilja loysingarmenn gera alt fyri at dylja.
Sambandsflokkurin roynir at dagføra stuðulin til tey sjúku og veiku
Tá ið so Sambandsflokkurin við løgmanni á odda roynir at dagføra henda avgerandi partin av búskapi okkara, sum vit fáa orsakað av ikki yvirtiknum málsøkjum, herundir serliga heilsu- og almannamálum, er tað óskiljandi, at flokkar ganga ímóti hesum. Unna teir ikki okkara sjúku og veiku dagførdan stuðul? Og vilja teir heldur hava føroyska flaggið veitrandi í t.d. London, enn at taka sær av teimum treingjandi her heima?
At Javnaðarflokkurin eisini over night broytir støðu, bara tí at teir taka ein vilstan tjóðveldismann inn í flokkin, er tað mest undrunarverda. Hesin hevur á ein týðiligan hátt á fólkatingi sagt sína og Javnaðarfloksins nýggju støðu, og tað hevur ikki verið til frama fyri tey sjúku og veiku.
Hvør króna uppiborin
At talan skal vera um olmussu er tað reina tvætl. Hetta er stuðul, vit bæði eiga og hava rætt til. Hvat fær danska samfelagið ikki burtur úr at vera saman við Føroyum? So at siga allur okkara inn- og útflutningur gongur gjøgnum Danmark, danski handilsflotin er fyri ein stóran part mannaður við føroyskum yvirmonnum osfr. Hvat fær danska samfelagið ikki burtur úr hesum? Eru okkara sjómenn í danska handilsflotanum onki verdir?
Javnaðarflokkurin var ikki fyri blokkniðurskurðinum á sinni, men nú atkvøddu 4 av teimum ímóti prísjavningini. Bara Gerhard Lognberg og Hendrik Old atkvøddu fyri!! Sig so, at Javnaðarflokkurin og fyri tann skuld eisini hinir loysingarflokkarnir vilja teimum veiku í samfelagnum tað besta!!
Johan Petersen