Pidda-gølan: Smurdi blóð á venjingarskógvar

Pidda-gølan: Í kvøld skal Einglapressan geva sær og sínum virðislønir fyri journalistiskt avrik og dirvi. Vert er at minna fólk á, hvat hetta er fyri ein pressa, hvørs umboð valdu, ella vóru biðin at fara úr rættinum, tá teknisku prógvini skuldu viðgerast í nevningatinginum:


Ákæruvaldið hevur lagt fram einar vanligar venjingarskógvar, innsmurdir í blóði. Skógvarnir eru av slagnum, sum verða nýttir til innanduravenjingar.


Ítróttarhøllirnar seta sera strong krøv til skógvar, sum kunnu nýtast á gólvunum, og vilja tryggja sær, at slíkir skógvar ikki mugu nýtast til onnur endamál.


Orsøkin er, at um ein lítil steinur verður kílaður upp í eina rillu undir sállunum, vil hetta fáa sera álvarsamar avleiðingar fyri gólvbelegningin.


Av somu orsøk má niðurstøðan vera, at tann ákærdi fyri einaferð skyld tosaði satt, tá hann upplýsti, at hesir venjingarskógvar altíð lógu í bagasjurúminum í bili hansara – í einari skógvaeskju.


Tað vildi verið klókt um teknisku serfrøðingarnir hjá løgregluni, og rætturin, gjørdu sær serligan ómak at hyggja eftir hesum skógvamyndum, tí tá hesar myndir vóru vístar í rættinum, sást, at bara blóð var á “skógva-toynum”, sum um blóðið var smurt uppá skógvin við blóði, sum kundi vera blandað við vatni, sum kriminalpolitistur eisini vitnaði í rættinum.


Har var t.d. onki blóð á kantinum – millum yvirkantin av sállinum, og skógvatoynum, har tað vanliga vildi runnið blóð niður, og tí náttúrliga vildi lagt seg í hesa rilluna í eina tjúkka linju, sum var komið frá blóðdropum, ið høvdu rakt skógvarnar, og harnæst likið niður eftir síðunum.


Í rættinum sóust fleiri onnur dømir um hvussu ótynt blóð hevði lagt seg í rillurnar av undirlagnum – í bilinum og inni í húsinum hjá Pidda.


Kriminalpolitisturin vitnaði, at tað var tíðuligt at síggja, at roynt var at turka skógvarnar við einum gjøgnumvætaðum klúti.


Fyri tey flestu at síggja, og tað átti eisini at verið niðurstøðan hjá kriminalpolitistinum, at persónur hevði gjørt seg sekan í at turka skógvin við klúti, júst fyri at løgreglan skuldi fáa illgruna til tann, ið átti skógvarnar, og tað kann sjálvandi eisini vera ákærdi sjálvur.


Men vit mugu tó staðfesta, at ein slík støða bara kann uppfatast sum ”OVERKILL”, at blóðdálka tvey pør av sínum egnu skóm, sum tað jú er talan um í hesari sakini. So býtt er løgreglan heldur ikki, at brúk er fyri fyri tveimum pørum av skóm fyri at loysa eina morðgátu fyri at peika út tann seka.


Ella, hur…


Smurdi blóð á venjingarskógvar.