ODDAGREIN:
Í hesum døgum man standa hart á hjá teimum, sum lótu kroatan grilla fyri eitt morð, hann als ikki kann hava framt, og tað er heldur onki prógv fyri, at Piddi er deyður, sambært tekniskum vitni hjá løgregluni sjálvari.
Tað er ikki bara ávísuligt, men eisini próvfast, at verjin, Annfinn Vitalis Hansen, hevur ikki gjørt tað, hann skal fyri at verja sín klient. Í staðin fyri at oponerað í móti tí tilfari, sum ákæruvaldið er komið við í móti klientinum, hevur verjin slúkt bæði ein og fleiri kamelar, og latið sum onki, tá løgreglan hevur avdúkað seg sjálva fyri dugnaloysi, ella hevur blotta síni sokallaði prógv.
Men tað grovasta, Annfinn V. Hansen, m.a sigast at hava ført fram er, at hendan sakin um dráp, ikki kundi appelerast, tá hetta, sambært David Wulf, í løgmálaráðnum, beinleiðis er ósatt.
Vit vita eisini, at verjin hevur víst aftur, at klientur hansara skal hava viðgingið seg sekan í at hava dripið Pidda, men samstundis vita vit, at hann ikki vil krevja, at útvarpið rættar hesi tíðindir, og mugu vit ganga út frá, at hann vil hava tað hangandi í almannarúminum, at klientur hansara hevur játtað seg sekan í drápi.
Tað er onki at ivast í, at sakin í móti kroatanum má ganga umaftur. Ikki bara tí kroatin hevur rætt til appel, men ikki minst tí, at maðurin er dømdur fyri eitt morð onkur annar hevur gjørt, um Piddi í heila tikið er dripin.
Hetta mál er sera álvarsamt, tí her er ein heil skipan við í eini samansvørjing, og Einglapressan, sum sigur seg vera vakthundurin mótvegis makthavarunum, vísir seg at vera “maktens skødehund”, sum lograr við halanum, tá harrin kallar, ella fær eitt haltkjaft-bein at gnaga til næsta útkall frá makthavarunum.
Hetta mál má ganga heilt umaftur - ongin, sum hevur nortið hetta mál frammanundan, má sleppa framat, og tað vænta vit heldur ikki, tí støðan er tann, at tey, sum hava staðið fyri krossfestingini av hesum kroatanum, mugu rættarsøkjast, og koyrast úr størvum sínum.
Tað, sum er so ómetaliga langt úti er, at tað hevur eydnast ákæruvaldinum, at sósa teknisk starvsfólk hjá politinum í Danmark inn í hesa samansvørjingina.
Tað má sigast at vera sera skerpandi, at vita, at kroatin ikki er drápsmaðurin, men kortini lata hann døma og lata ríkiskassan betala eina millión til familjuna. Hetta fara vit at hoyra nógv meira til.
Pidda-gølan má ganga umaftur.
---
Leinkjur:
http://www.oyggjatidindi.com/news-progvini+hja+akaeruvaldinum+fylladi+sundur_tmiw.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+smurdi+blod+a+venjingarskogvar.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+rdquooverkillrdquo.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-akaeruvaldid+svikar+vid+teknisku+progvunum+i+piddagoluni.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+i+panikki+bleiv+madur+handtikin+i+raettinum.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+sjonleikurin+aftur+a+pall.htm
---
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Teknað hald: