Jóannes í Dali, sum hevur skrivað og greina Pidda-gøluna fyri Oyggjatíðindum, sum er lagt út á netið, bleiv seinnapartin handtikin av løgregluni í rættarsalinum, tá hann av dómaranum varð spurdur hvat hann hevði í hondini, og váttaði, at talan var um eitt upptøkutól.
Tá var rættarfundurin liðugur, nevningar, pressa og aðrir áhoyrarar vóru farin til hús.
Løgreglan kravdi Jóannes í Dali, úr øllum klæðunum, og soleiðis stóð hann og strippaði fyri løgregluni, sum vildi tryggja sær, at hann hevði ikki hevði krógvað onnur tól uppi á sær.
Tá Jóannes í Dali, hevði sent fulfýggjaða time-plan til dómara, ákæra og til verja, rópti dómarin til hansara, og spurdi hvaðani hann hevði klokkutíðirnar frá, sum kunnu lesast her:
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+timeline.htm
Tá ið Jóannes í Dali, hevði váttað, at hann hevði upptøkutól, var salurin knappliga fullur av teimum svørtu, og maðurin bleiv handtikin.
Allan seinapartin hevur verið húsarannsókn av 7 politistum hjá Jóannes í Dali, har m.a. tvær teldur vóru tiknar, upptøkutól av ymiskum slagi, og annað.
Tað er týðuligt, at ákærurnar í móti kroatanum eru dotnar sundur, og nú má onkur annar bløða fyri tað.
Oyggjatíðindi vil lýsa málið nærri í blaðnum fríggjadagin, tá alt skrædnaði og panikkur kom í.
Lesið eisini:
http://www.oyggjatidindi.com/news-progvini+hja+akaeruvaldinum+fylladi+sundur_tmiw.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+smurdi+blod+a+venjingarskogvar.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+rdquooverkillrdquo.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-akaeruvaldid+svikar+vid+teknisku+progvunum+i+piddagoluni.htm